7594.18 - Skapandi tónlist og tónlistalig læra


Skeiðsnummar
7594.18
Heiti
Skapandi tónlist og tónlistalig læra
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
At geva teimum lesandi hollan kunnleika til Tónleik sum læringsfak, og skapandi tónlist sum læringsamboð.
Innihald
. Mentanarliga áskoðan á tónlistaliga læring . Námsfrøðilig og sálarfrøðilig sjónarmið í tónlistaligari læring . Estetisku dimensjónirnar í tónleikinum . Tónleikurin í mentanarlívinum og lívsmentanini . Hvat er skapan? . Skapandi tilgongdir . Skapan, hugfloð og spæl Skapandi umhvørvi og tess mótsetningur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, og praktiskar royndir.
Læruúrtøka
Eftir at skeiðið er liðugt, skal tann lesandi hava ognað sær innlit í og vitan um tónlistarligu, mentanarligu, sosialu og fíggjarligu ryggsekkirnar, ið børn og ung bera, og við tí atlitið leggja undirvísing til rættis. Tann lesandi skal hava holla vitan um estetisku dimensjónir í tónleikinum, um mentanarlív og lívsmentan. Tann lesandi skal eisini hava kunnleika til, skilja skapan (kreativitet) og hugflog sum tónlistaligt fyribrygdi, og at brúka hesi í tónleikafrálæruni. Eisini skal tann lesandi hava holla vitan um og duga at brúka í tónleikaundirvísingini, ymsar tónleikanámsfrøðiligu rætningar, so sum m.a. tann hjá Kodaly, Orff, Suzuki og Skapandi Læru.
Próvtøkuháttur
Við skeiðsenda skal tann lesandi lata inn synopsis, við eftirfylgjandi framløgu og kjaki. Í uppgávuni skal tann lesandi seta upp undirvísingarstøðu/ur (case/s), og viðgerða hesar didaktiskt og metodiskt, og vísa progression í undirvísingarætlanini. Uppgávan er 6-8 A4 síður à 2400 tekn, og tann lesandi fær 5 dagar at skriva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kirsten Fredens og Elisabeth Kirk (2001) Musikalsk Læring Rithøvundarnir og Gyldendalske Boghandel, Nordisk Forlag A/S, København Hanne Eir og Gitte Gregersen Musikken spiller en rolle(2002) Folkeskolens Musiklærerforening Ken Robinson Kindle Edition (2013) The Elements. How finding your passions changes everything Mihaly Csikszentmihalyi (1989) Flow: The Psychology of Optimal Experience Mihaly Csikszentmihalyi og Psykologisk Forlag A/S Æstetik og Læring. Bennyé D. Austring og Merete Sørensen (2006) Hans Reitzels Forlag
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen