7601.14 - Náttúrufrøðilig háttaløg


Skeiðsnummar
7601.14
Heiti
Náttúrufrøðilig háttaløg
ECTS
12
Endamál
At tey lesandi gerast kunnug við náttúrufrøðilig háttaløg og duga at nýta tey í verki, bæði til egnar kanningar og í undirvísingarhøpi, og megna við støði í náttúruvísindaligum vísindaástøði at grundgeva fyri hvørjir tættir eru neyðugir og gjørligir at taka við í kanningum
Innihald
• Náttúruvísindaligt vísindaástøði, við serligum denti á Kuhn og Popper • Transformativ læring • Problemgrundað læring • Lendisumsiting og landbúnaður, við serligum denti á seyðabit, jarðriv, vistfrøði og jarðfrøði. • Kanningar av gróðri, mold, eyri, grúsi og gróti. • Vísindasýningar (science-fair) • Skrivlig og talgild dokumentasjón • Dátuviðgerð innan náttúruvísindi, við serligum denti á arbeiði og royndir við hagtølum, rokniarki og dátugrunnum • At skriva akademiskar, náttúruvísindaligar tekstir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, útferðir við og uttan skúlaflokkar, luttøka á vísindasýning, skrivligar frágreiðingar
Læruúrtøka
Lesandi skulu við skeiðslok vera før fyri: 1) at nýta náttúruvísindalig háttaløg í verki 2) ástøðiliga at greiða frá náttúruvísindaligum háttaløgum 3) kritiskt at nýta og eftirmeta náttúruvísindaligar verkætlanir í skúlahøpi
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. Um tann lesandi hevur møtt minni enn 80% av tímunum, skal hon/hann harumframt standa eina fleirsvara -uppgávu við 60 spurningum úr øllum pensum, har í minsta lagi 40 spurningar skulu vera rætt svaraðir. Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri skrivligar uppgávur, sum skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið. Skeiðið endar við eini hypotesugrundaðari skrivligari uppgávu, har tey lesandi arbeiða í bólki við støði í teimum verkætlanum, tey hava gjørt. – Stendur lesandi ikki, skal hann – við støði í supplerandi krøvum frá undirvísarunum – bøta um avrikið, so at tað kann metast av nýggjum. Freistin fyri innlatingini verður ásett av útbúgvingarleiðaranum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjað við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Erla Olsen