7622.20 - Metodikkur og didaktikkur í starvslæruni


Skeiðsnummar
7622.20
Heiti
Metodikkur og didaktikkur í starvslæruni
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi kunnleika og innlit í spurningar kring starvslæru, metodikk og didaktikk, og at menna praktisku førleikarnar hjá tí lesandi gjøgnum starvslæruna.
Innihald
Evni, ið vera viðgjørd í skeiðnum: -Tónleikadidaktiskir og metodiskir spurningar og avbjóðingar í starvslæruni -Tónleikafakligt innihald og raðfestingar í starvslæruni -Undirvísingarhættir í fakinum tónleiki -Fyrireiking av undirvísingargongdum í ymsum aldursbólkum -Praktisk nýtsla og uppseting av ljóðútgerð
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið varðir seks vikur, av hesum eru tríggjar vikur við undirvísing og tríggjar vikur í starvslæru. Undirvísingarparturin fevnir um lesing av tekstum, fyrilestrar og kjak um viðkomandi ástøðiligt o.a. tilfar, sum síðani verður sett í praktiskan samanhang í starvslæruni.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at ·grunda yvir metodikk, didaktikk og praktiskar undirvísingarroyndir í fakinum tónleiki ·meta um og raðfesta tónleikafakligt innihald í undirvísingini ·nýta viðkomandi undirvísingarhættir í fakinum tónleiki ·leggja til rættis undirvísingargongdir í ymsum aldursbólkum ·brúka og seta upp ljóðútgerð í undirvísingarhøpi
Próvtøkuháttur
Við støði í starvslæruni skal tann lesandi - við skeiðsenda - lata inn synopsis við eftirfylgjandi framløgu og kjaki.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bæk, Kári (2001). Ættirnar, Forlagið Lindin, Tórshavn. Nielsen, Frede V. (1998) Almen Musikdidaktik, Akademisk Forlag, Keypmannahavn. Pagsberg, Mads Jakob & Schultz, Sille Kathrine Buur (2012), Sammenspilsbogen - Spil i Flow, Systime, Aarhus.
Ábyrgd
Knút Háberg Eysturstein