7630.19 - Kreativ námsfrøði 1


Skeiðsnummar
7630.19
Heiti
Kreativ námsfrøði 1
ECTS
15
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu víðka sína vitan og førleikar at meta um, fyrireika og seta í verk málrættað kreativt virksemi fyri ymiskar málbólkar á námsfrøðiliga økinum. Tey skula víðka sítt innlit í tann partin av arbeiðsøkinum hjá námsfrøðingum, sum snýr seg um mennandi virksemi fyri ymsu málbólkarnar á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Ástøði um meistaralæru, storyline, fantasi, kreativitet, narrativitet,og samspælið í sosialum umhvørvi • Viðkað tilfarslæra, amboðslæra og litlæra • Kreativir arbeiðshættir • Ítøkiligt kreativt virksemi • Place-based learning • Storyline verkætlan
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, vegleiðing og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Kenna og viðgera ástøði á hægri stigi innan estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi, harímillum Storyline. • Kenna og duga at brúka ymiskt tilfar og amboð á einum hægri støði, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði, sum stuðlar uppundir námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið.
Próvtøkuháttur
Spurdómsstýrd uppgáva og munnlig framløga. Skrivast kann í bólki v. Í mesta lagi 3 lesandi. Endurpróvtøka er ein skrivlig uppgáva, verður lýst nærri í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Grundbøkur: Æstetikken tilbage i pædagogikken, Storylinemetoden i Børnehaven Aðrir tekstir verða lagdir á Moodle.
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali