7679.20 - Skúlabúgving og innskúling I


Skeiðsnummar
7679.20
Heiti
Skúlabúgving og innskúling I
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virksemi í skúlabúgving og innskúling og skifti frá barnagarð í skúla. Tey skula fáa innlit í arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum og lærarum. Harafturat skal tann lesandi ogna sær kunnleika um, hvat eyðkennir menningarstøði og sosialisering hjá børnum í skúlabúgvingini og innskúlingini.
Innihald
• Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin • Skiftið millum barnagarð og skúla/frítíðarskúla • Skúlabyrjan • Læring og menning • Sosialisering • spæl og læring • Læruumhvørvið • Frítíðarskúlavirksemi • Tvørprofessionelt samstarv millum námsfrøðingar og lærarar .
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, portfolio og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, eru tengdar at, hvat undirvíst verður í.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir skúlabúgving/innskúling sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • Greiða frá og greina grundleggjandi ástøði um læran og menning við atlit til skiftið frá barnagarðinum og í skúla. • Greina hvussu børn verða myndað, mentað og sosialiserað við atlit til skiftið frá barnagarðinum og í skúlanum. • kunna greina tvørprofessionelt samstarv, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum • samantvinna námsfrøðiliga evnini við einum ástøðiligum grundarlagi, ið setir trivna, læring og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein lang skrivlig uppgáva sum verður skriva í bólki við í mesta lagi 3 lesandi. Nærri kunning í serstakum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen