7686.18 - Tað virkna barnið og skúlabyrjan


Skeiðsnummar
7686.18
Heiti
Tað virkna barnið og skúlabyrjan
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Í hesum skeiðnum skula tey lesandi ogna sær vitan um tað virkna barnið í skúlabyrjanini. Tey skula nema sær kunnleika um móttøkuna av børnunum í innskúlingini, hvat eyðkennir innskúlingina og viðkomandi didaktiskar tilgongdir. Hetta við atlit til at seta barnið í miðdepilin og megna at næmingalaga tað námsfrøðiliga virksemi.
Innihald
• Virksemi í skúlabúgvingini og innskúlingini • Lógarverk, námsætlanir og didaktiskar tilgongdir • Didaktiskar avbjóðingar í barnagarði og skúla • Læringstilgongdir - menning og læring • Málmenning • Støddfrøðilig grundfatan • Fakini í innskúlingini • Ymiskleikin millum børn - næmingatillagað undirvísing • Tað virkna barnið. • Reggio Emilia
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkætlanararbeiðið verkstaðararbeiðið, bólkaarbeiðið, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, eftirmetingar, starvsvenjingar og starvsvitjanir. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • Greina og tulka tað formliga og óformliga virksemi í innskúlingini við støði í lógarverkinum, ið er galdandi á økinum, og kritiskt lýsa, hvat eyðkennir skúlabyrjanina og virkna barnið. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina didaktiska og estetiska lærutilgongd, tá arbeitt verður við námsfrøðiligum verkætlanum, ið byggja á hugflog, kreativitet og innovatión. • Kunna greina og viðgera tað námsfrøðiliga virksemi við støði í einum fakligum, didaktiskum og ástøðiligum grundarlagi, har hvørt einstakt barn skal læra og mennast. • Greiða frá og viðgera hvussu verkætlanararbeiðið kann innganga í tað námsfrøðiliga virksemi. • • Kannað tað estetsiska/didaktiska virksemi í praksis her heima og uttanlands og brúka hesar royndir í skúlabúgvingini/innskúlingini, sum fyrireiking til skúlabyrjan og í undirvísingini í innskúlingini. Tann lesandi skal megna at viðgera ástøðiliga eina synergieffekt millum skúlabúgving og skúlaøki og hvussu praksis kann fylgja við og birta undir menning og læru.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein long skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen