7688.18 - Projekt um eftirmeting í innskúlingini


Skeiðsnummar
7688.18
Heiti
Projekt um eftirmeting í innskúlingini
ECTS
5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina greiða fatan av hvat eftimeting er og hvussu eftimeting kann viðvirka til at optimera læring hjá børnum í innskúlingini.
Innihald
• Eftimetingarformar • Eftirmeting og læring • Didaktiska tilgongdin í mun til eftimeting • Projektarbeiði • Framløga
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, framløgur, vegleiðing, og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Greina og tulka hvat eyðkennir eftirmeting • Fáa innlit í hvønn týdning eftirmeting hevur fyri læring í. • Vísa á hvussu eftimeting kann praktiserast sum ein partur av undirvísingini. • Gera eitt projekt um eftimeting út frá ítøkiligum ásetingum. • Gera eina framløgu um projektið
Próvtøkuháttur
Tey lesandi gera eitt projekt sum skal leggjast fram munnliga. Nærri kunning um projekt fáa tey lesandi í einum serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Annika Antoniussen