7719.17 - Leiðsla og fyrisiting í samband við úrvald aktuell viðurskifti í dagstovni, serstovni og skúla


Skeiðsnummar
7719.17
Heiti
Leiðsla og fyrisiting í samband við úrvald aktuell viðurskifti í dagstovni, serstovni og skúla
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
At brynja tey lesandi til at sýna leiðslu í samband við aktuel námsfrøðilig viðurskifti í dagstovni, serstovni og skúla
Innihald
• Økisleiðsla • At leiða foreldrasamstarv • At leiða inklusións-átøk • Toymis-leiðsla • At leiða starvsfólkafundir • At leiða tvørprofessionellt samstarv • 1-3 akutel námsfrøðilig viðurskifti, ið tey lesandi sjálvi velja
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, fyrilestar, orðaskifti og uppgávuskriving
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - seta orð á avgerandi leiðslu- og fyrisitingaratlit í samband við skeiðsins úrvaldu viðurskifti í skúla, dagstovni ella serstovni - nágreiniliga skifta orð um og leggja ætlanir í samband við leiðslu og fyrisiting í einum úrvaldum aktuellum evni
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu um leiðslu og fyrisiting í samband við eitt aktuelt námsfrøðiligt evni. Uppgávan verður skrivað einsæris ella í bólki (í mesta lagi trý lesandi). Í uppgávuni verður dentur lagdur á, at tey lesandi seta teirra úrvalda evni í samband við virksemi í skúla, dagstovni ella serstovni. Longdin á uppgávuni: ein lesandi, í mesta lagi 15 síður; tvey lesandi, í mesta lagi 19 síður; trý lesandi, í mesta lagi 21 síður. Endaliga próvtøkan er einsæris- ella bólkaframløga við støði í skrivaðu uppgávuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð