7728.15 - Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur


Skeiðsnummar
7728.15
Heiti
Sernámsfrøði, ástøði og yrkisleiklutur
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um sernámsfrøði í breiðum høpi og tørvin av hesum í samfelagnum. Hann skal eisini fáa innlit í sálar- og námsfrøðilig ástøði og bókmentir, sum seta dám á sernámsfrøðina. Harumframt er endamálið eisini at tann lesandi skal verða tilvitað(ur) um hugburð og egnan leiklut og ávirkan í yrkis- og samstarvshøpi.
Innihald
• Sernámsfrøði og sernámsfrøðiligi tørvurin • PBL, læru-, hugsanar- og arbeiðsháttur • Bólkasálarfrøði • Menningarsálarfrøði • Tilknýtisástøði • Skipanarástøði (systemteori) • Relatiónir • Intervisión • Samskifti og samskiftisførleiki í sernámsfrøðiligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, loggbók, samrøður, PBL-arbeiði, case-viðgerðir, venjingar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at • greiða frá høvuðstættum og viðurskiftum í sernámsfrøði og sernámsfrøðiligum viðurskiftum í dagsins samfelagi. • greiða frá og viðgera nútímans menningarsálarfrøði og onnur ástøði, sum viðgera tilknýti, samskifti, bólkar og relatiónir, og knýta hesi at sernámsfrøðiligum spurningum • greiða frá hvønn týdning professionellur hugburður, málburður og tilgongongd hava, og brúka hesi í bólkaarbeiði og venjingum. • meta og samskifta um menning, trivnað, tørv og møguleikar hjá einstaklinginum, familjuni ella bólkinum í stovns- og skúlahøpi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, synopsa og munnlig framløga
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Katrin av Kák