7734.18 - Normalitetur, frávik og arbeiðshættir


Skeiðsnummar
7734.18
Heiti
Normalitetur, frávik og arbeiðshættir
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini og hevur staðið modul 1
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í fyribrigdini normalitetur og frávik, serliga í stovns- og skúlahøpi. Duga at meta um tørvin í hesum sambandinum bæði generelt og í serligum høpi hjá bæði einstaklinginum og bólkinum og duga at velja og grundgeva valið av hóskandi praksis og arbeiðshættum, sum eru í tráð við tørv og nýggja vitan á økinum. Megna at samstarva við fakfelagar og onnur.
Innihald
Diagnosur í nútíðarsamfelagnum Barna- og ungdómspsykiatri Trauma Problematferð Tilknýti Mentalisering Sorg Arbeiðsferð til Gladsaxe Familieskole Arbeiðshættir, tiltøk og avgerðir í samband við børn í serligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, logbók, framløgur, samrøður, PBL-arbeiði, cases, eygleiðingar- og kanningararbeiði, venjingar, sjálvlestur, sjálvrefleksión.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi: • Kenna til ymiskar nútíðar diagnosur, viðfødd og fingin brek, avbjóðingar í relatiónum, sorg og kreppu og hava eitt yvirskipað innlit í, hvussu lærarin/námsfrøðingurin kann fyrihalda seg til hetta gjøgnum sjálvstøðuga hugsan, samstarv og innliman av teimum involveraðu. • Vita og duga at fyrihalda seg til einstaklingin, bólkin, starvsfelagar og avvarandi, har serligur ella íkomin tørvur ger seg galdandi. • Framhaldandi vera tilvitaður um týdningin av og seta orð á egnan leiklut, t.d. fatan, refleksión, samskifti og málbrúki í arbeiðnum sum lærari/námsfrøðingur, menning, læring og vøkstri hjá næmingum/brúkarum at gagni.
Próvtøkuháttur
Synopsis, skrivað í bólki ella einsæris og útdjúpað munnliga av tí einstaka lesandi um sjálvvalt evni í modul 2. Úrtøka ella innlit í arbeiðshátti og teoretiskum grundarlagi fyri fleirfamiljuarbeiði, frá arbeiðsferð í Danmark, er partur av próvtøkuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan og annars gjøgnum skeiðið
Ábyrgd
Katrin av Kák