7735.17 - Normalitetur, frávik og arbeiðshættir


Skeiðsnummar
7735.17
Heiti
Normalitetur, frávik og arbeiðshættir
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær innlit í fyribrigdini normalitetur og frávik, serliga í stovns- og skúlahøpi. Duga at meta um tørvin í hesum sambandinum bæði generelt og í serligum høpi hjá bæði einstaklinginum og bólkinum og duga at velja og grundgeva valið av hóskandi praksis og arbeiðshættum, sum eru í tráð við tørv og nýggja vitan á økinum. Megna at samstarva við fakfelagar og onnur.
Innihald
Diagnosur í nútíðarsamfelagnum Barnapsykiatri Neuropedagogikkur Problematferð Tilknýti Arbeiðsferð til Gladsaxe Familieskole Mentalisering Sorg Arbeiðshættir, tiltøk og avgerðir í samband við børn í serligum støðum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, upplegg, logbók, framløgur, samrøður, PBL-arbeiði, cases, eygleiðingar- og kanningararbeiði, venjingar, sjálvlestur, sjálvrefleksión.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi: • Kenna til ymiskar nútíðar diagnosur, viðfødd og fingin brek, sorg og kreppu og hava eitt yvirskipað innlit í, hvussu ein lærari/pedagogur kann fyrihalda seg til hetta gjøgnum sjálvstøðuga hugsan, samstarv og innliman av teimum involveraðu. • Vita og duga at fyrihalda seg til einstaklingin, bólkin, starvsfelagar og avvarandi, har serligur ella íkomin tørvur ger seg galdandi. • Framhaldandi vera tilvitaður um týdningin av og seta orð á egnan leiklut, t.d. fatan, refleksión, samskifti og málbrúki í arbeiðnum sum pedagogur og lærari, menning, læring og vøkstri hjá næmingum/brúkarum at gagni.
Próvtøkuháttur
Grein. Skrivað av bólkinum og vard munnliga av tí einstaka lesandi.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Katrin av Kák