7736.18 - Starvslæra og sjálvvalt evni


Skeiðsnummar
7736.18
Heiti
Starvslæra og sjálvvalt evni
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi: • fær høvi til at uppliva sernámsfrøðiligt virksemi yvir tíð • fær høvi til at gera eygleiðingar á starvslæruplássi • fær høvi til at royna seg á starvslæruplássi • fær innlit í sernámsfrøðiliga arbeiðið, hugburðin og krøvini á starvslæruplássinum • arbeiðir við at tengja egnan læringstørv og yrkisførleika við tørvin á starvslæruplássinum • setur seg inn í sernámsfrøðiliga tørvin í arbeiðnum á starvslæruplássinum við at kunna seg og brúka eygleiðing eftir fakligum fortreytum • sjálvstøðugt og í bólki reflekterar yvir yvirskipaðar og ítøkiligar avbjóðingar í yrkishøpi • dugir at eyðmerkja, hvat kann eyðkenna serligan tørv • dugir at meta um, hvussu serligur tørvur kann arbeiðast við • setur seg inn í eitt sjálvvalt viðkomandi evni (ástøði og/ella arbeiðshátt), sum hann/hon skrivar uppgávu um eftir sjálva starvslæruna
Innihald
• fyrireiking og grundgeving fyri egnari starvslæru • persónligur og fakligur málsetningur • arbeiði við málsetninginum • starvslæran • logbóksskriving • starvslærusamtala • uppgávuskriving
Læru- og undirvísingarhættir
Felags og eginrefleksión, starvslæra, vegleiðing, bólkaarbeiði, logbók og eftirmeting av starvslæru og skrivligari uppgávu.
Læruúrtøka
• Kunna arbeiða verkliga í starvslæru á arbeiðsplássi, har brúk er fyri sernámsfrøðiligari tilgongd og duga at seta tað í samband við ástøði. • Kritiskt og tulkandi taka støði í teimum lógum, kunngerðum og reglugerðum, sum eru galdandi á starvslæruplássinum. • Duga at greina og taka støðu til fakligu tilgongdina á arbeiðsplássinum. • Duga at brúka eygleiðingar, menning, innliti og fatan at gagni • Megna at samstarva við starvsfelagar á staðnum. • Gera sær royndir við, hvat krevst av viðkomandi lesandi – fakliga og persónliga, fyri at arbeiða á valda starvslæruplássinum • Duga at arbeiða við logbók og regluligari skrivligari refleksión við endamálinum støðugt at menna seg persónliga, fakliga og í mun til ávísar arbeiðshættir. • Gjøgnum sjálvvalt viðkomandi fakligt og ella ástøðiligt evni at meta um relevansin fyri hesum á arbeiðsplássi, har sernámsfrøðiligt virksemi er neyðugt
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva, t.e. synopsa
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Hetta skeiðið verður ongin lestrarlisti gjørdur. Tey lesandi skulu virka og fyrireika seg til starvslæruna við støði í lestrarinnihaldinum í skeiðunum, sum tey hava havt frammanundan og hava møguleika fyri at skoyta uppí egið bókmentatilfar.
Ábyrgd
Katrin av Kák