7760.18 - Barnið – trivnaður og menning


Skeiðsnummar
7760.18
Heiti
Barnið – trivnaður og menning
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag undir virkseminum á dagstovnaøkinum. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika um týdningin av viðurkenning og tí góðu relatiónini. Eisini skulu tey lesandi gerast tilvitaði um egnan hugburð og leiklut, við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið og barnabólkin. Harumframt skulu tey lesandi ogna sær kunnleika um hvat eyðkennir barndómin, barnasýni, menningina og sosialiseringina hjá børnum á dagstovnaøkinum.
Innihald
• Dagstovnalógin • Trivnaður • Barndómurin og barnasýn • Menningin hjá børnum • Viðurkenning og relatiónir • Myndan, mentan og sosialisering • Námsfrøðilig, didaktisk hugsan og vitan
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengdar at, hvat undirvíst verður í. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir sína møtiskyldu, utttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir dagstovnaøkið sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • Viðgerða grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn mennast, og hvussu tey verða myndaði, mentaði og sosialiseraði á dagstovnum. • Gerast tilvitaði um hvørja ávirkan hugburðurin og leikluturin hjá námsfrøðingurin kann hava á menningina hjá barninum. • Ástøðiliga viðgera støður, ið námsfrøðingar, ið er um børn á dagstovnaøkinum, mugu fyrihalda seg til. • Nýta námsfrøðiliga, didaktiska hugsan og vitan.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Hendan uppgávan skal skrivast einsæris. Nærri kunning verður lýst í serstøkum skjali. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð