7761.18 - Tað virkna og luttakandi barnið


Skeiðsnummar
7761.18
Heiti
Tað virkna og luttakandi barnið
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan um hvussu børn gerast virkin og luttakandi á dagstovnunum og hvørja ávirkan námsfrøðingurin hevur á hetta. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika um hvat kann hava ávirkan á luttøkuna hjá einum barni, bæði einsæris og í bólki og hvørja ávirkan karmarnir kunnu hava á hetta.
Innihald
• Spæl • Talgildir miðlar • Felagsskapur • Etnisitetur • Integratión og Inklusión • Kyn og líkarættur • Læran og menning • Didaktiska tilgongdin • Námsætlan • Stevnumið
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, rolluspøl og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengdar at, hvat undirvíst verður í. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir sína møtiskyldu, utttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Greiða frá hvussu børn gerast virkin og luttakandi í felagsskapinum á dagstovninum, og hvørja ávirkan námsfrøðingurin kann hava á luttøkuna hjá einum barni. • Viðgerða grundleggjandi ástøði, ið siga frá, týdninginum av spæli, um hvussu børn myndast og mennast gjøgnum spæl. Eisini við ætliti til tøkni og talgildugar miðlar • Lýsa kritiskt, hvønn týdning hugburðurin hjá námsfrøðinginum hevur í mun til børn, kyn, og líkarætt. • Ástøðiliga viðgera støður, ið námsfrøðingar eiga at taka atlit at, bæði tá talan er um inklusión í síni heild og børn við øðrum etniskum uppruna. • Nýta námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsu. Hendan uppgávan skal skrivast einsæris ella í bólki og skal verjast munnligt. Nærri kunning verður lýst í serstøkum skjali. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð