7762.18 - Starvslæra og sjálvvalt evni


Skeiðsnummar
7762.18
Heiti
Starvslæra og sjálvvalt evni
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum og starvslæruni er, at tey lesandi: • Seta sær grundaðan persónligan og fakligan málsetning við starvslæruni. • Seta seg inn í eitt sjálvvalt viðkomandi evni (ástøði ella arbeiðshátt), sum tey vilja kanna á starvslæruplássinum. • Fáa innlit í tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugburðin á starvslæruplássinum. • Seta seg inn í námsfrøðiliga tørvin hjá børnunum á starvslæruplássinum.
Innihald
• Námsfrøðilig øki: vøggustova, dagstovnur, frítíðarskúli og ungdómshús • Fyrireiking og grundgeving fyri vali av starvslæru • Arbeiða við málsetningunum • Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, rolluspøl og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengdar at, hvat undirvíst verður í. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir sína møtiskyldu, utttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Arbeiða verkliga á starvslæruplássinum, har brúk er fyri námsfrøðiligari tilgongd, og duga at seta tað í samband við ástøði. • Kritiskt og tulkandi taka støði í teimum lógum, kunngerðum og reglugerðum, sum eru galdandi á starvslæruplássinum. • Gjøgnum sjálvvalt, viðkomandi fakligt og/ella ástøðiligt evni, megna at síggja, skilja ella brúka hetta á starvslæruplássinum og eftirmeta. • Megna at greina og taka støðu til fakligu tilgongdina á arbeiðsplássinum. • Megna at samstarva við starvsfelagar á staðnum. • Gera sær royndir við, hvat krevst av viðkomandi lesandi, fakliga og persónliga, fyri at arbeiða á valda starvslæruplássinum. • Skriva og arbeiða við logbók, við tí endamáli, støðugt at menna seg persónliga og fakliga.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið, skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Hendan uppgávan kann skrivast einsæris ella í bólki. Uppgávan skal verjast munnliga. Nærri kunning verður lýst í serstøkum skjali. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð