7821.15 - Yrkisrættað verkætlan, lærarar


Skeiðsnummar
7821.15
Heiti
Yrkisrættað verkætlan, lærarar
ECTS
15
Fortreytir
Hava staðið øll skeið 1.–4. árið
Endamál
Í fjórða lestrarári verður skrivað yrkisrættað verkætlan, ið telur 15 ECTS-stig. Endamálið er at samantvinna vísindaligt ástøði við væl grundaðar royndir frá egnari starvslæru fyri at koma til sjálvstøðugar niðurstøður um námsfrøðiligt virksemi á høgum støði. Innihaldið skal bæði ástøðiliga og verkliga verða yrkisrættað arbeiðinum sum fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur. Yrkisrættaða verkætlanin skal hava ein almennan didaktiskan ella fakdidaktiskan part, ið fevnir um minst ein triðing av uppgávuni. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at fyrireika lesandi til praktiska yrkið sum lærari ella námsfrøðingur.
Innihald
Yrkisrættaða verkætlanin er ein einsæris skrivað, spurnarststýrd synopsa við munnligari próvtøku. Synopsan skal viðgera ein spurdóm, ið er framtíðaryrkinum viðkomandi. Støði skal takast í eini lisnari linjugrein, sum verður sett í eitt størri yrkisligt høpi, ið m.a. eisini skal fevna um nakrar almennar førleikar, ið knýttir eru at arbeiðinum. Lesandi skulu hava væl skjalprógvaða vitan og royndir frá starvslæruni (eftir 1. apríl), ið verða løgd við sum fylgiskjøl. Talan kann t.d. verða um námsætlanir, eftimetingar, samrøður, spurnarbløð, loggbók o.a., ella eygleiðingar frá egnari undirvísing í linjugreinini, sum snúgva seg um fakfaklig og/ella fakdidaktisk øki.
Læru- og undirvísingarhættir
Smærri fyrireikandi tiltøk umframt vegleiðing
Læruúrtøka
Lesandi skulu: • at tey hava førleika til at seta viðkomandi spurningar til komandi arbeiðsuppgávur • at savna inn empiriskar upplýsingar, sum tey evna at viðgera sjálvstøðugt við støði í relevantum ástøði. • sýna hegni at samanhugsa ástøði, hugtøk og háttaløg frá linjufakslestri, (fak)didaktikki og frá náms- og sálarfrøði til nýggja vitan. • í verkætlanini vísa, at tey evna at hugsa og virka sjálvstøðugt í sínum framtíðar yrki, og úrslitið av verkætlanini skal kunna gagnýtast í yrkinum seinni.
Próvtøkuháttur
Yrkisrættaða verkætlanin endar við munnligari próvtøku, sum hevur sítt støði í einari skrivligari synopsis.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Janus Jensen