7924.14 - Starvslæra í filmi


Skeiðsnummar
7924.14
Heiti
Starvslæra í filmi
ECTS
6
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið skeiðið 7290.14 Filmur.
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í filmgreining í verki. Málið er at greina filmar saman við næmingunum og m.a. fáa greiði á, hvussu væl tað hepnast at greiða frá amboðunum, hvussu væl næmingar megna at brúka greiningaramboðini, og á hvørjum torleikastigi arbeitt eigur at vera.
Innihald
Starvsvenjing, har tey lesandi taka støði í skrivliga próvverkevninum, sum tey hava skrivað í skeiðinum Filmur 7290.14. Vegleiðing um frálærutilfar, skrá og frálæru. Eftir starvslæruna fyrireika tey lesandi eina munnliga framløgu um starvslæruna
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi eru í starvsvenjing í 2 vikur, har tey undirvísa einum 7., 8., 9. ella 10. fólkaskúlaflokki í 10 tímar hvørja viku.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið starvslæru í filmi sum part av BA-prógvi á Námsvísindadeildini, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í frálæru av filmgreining fyri fólkaskúlanæmingar. Við hesari vitan skal tann lesandi duga at: • flætta filmar inn í fólkaskúlaundirvísing • at gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingargongdir í filmi, sum tey lesandi hava fyrireika í skeiðinum Filmur 7290.14
Próvtøkuháttur
Góðkenna starvslæruna
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Elin Hentze