7013.16 - Mál- og lesimenning


Skeiðsnummar
7013.16
Heiti
Mál- og lesimenning
ECTS
5
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi.
Endamál
Mál- og lesimenning úr sálarfrøðiligum sjónarhorni. Lesandi fáa kunnleika um týdningarmikil ástøði um mál- og lesimenning og fyribyrging av lesitrupulleikum so tíðliga sum gjørligt.
Innihald
1. Málmenning 2. Mál heima og á stovnum 3. Málslig tilvitan sum fyritreyt fyri lesing 4. Málmenning og byrjanarlesing 5. Lesihættir 6. Ymisk eftirmeting 7. At skapa fyritreytir at skilja tað, sum lisið verður 8. Grundarlag fyri góðum lesi- og skrivivanum 9. Fyribyrging av lesitrupulleikum
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður tilsamans 15 tímar um vikuna í 4 vikur íroknað próvtøku. Dentur verður lagdur á at læra um mál- og lesimenning sum grundarlag undir lívslongu menningini. Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, bólkaarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið mál- og lesimenning skal, tá ið skeiðið er lokið:  duga at greiða frá grundleggjandi ástøði um málsligu menning barna, lesitilgongdum, lesitilognan, lesimenning, lesifatan, ymsum hættum av byrjanarlesing, ymiskari eftirmeting av fyrstu lesitilgongdunum og fyribyrging av lesitrupulleikum  vera førur fyri at brúka grundleggjandi háttaløg í verki og duga at lýsa vandamál í mun til grundleggjandi mál- og lesimenning
Próvtøkuháttur
5 tímars skrivlig uppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Karolina Matras