7050.16 - Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur


Skeiðsnummar
7050.16
Heiti
Undirvísing og læring I - Ástøðiligur grundlestur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við lærarayrkið. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av skúlans uppgávu í 21. øld, og hvørjir mentanarligir-, sosialir- og kognitivir faktorar ávirka menningar- og lærumøguleikarnar hjá børnum og ungum í dag. Tann lesandi skal harumframt fáa innlit í, hvat eyðkennir góða undirvísing og dygdargóðar undirvísingartilgongdir.
Innihald
Skeiðið er í fimm høvuðspørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Góð undirvísing – kanningar og metakanningar (“Tann empiriska vendingin”) - Barna- og ungdómsmentan (Mentanin uttanskúla sum lærufortreyt innanskúla) - Hin føroyski fólkaskúlin (Sosialisering, dannilsi og námsætlan) - Menningar- og læringarsálarfrøði (Ástøði um atburð, motivatión, sjálvsmenning, kognitión, intelligens og mál) - Undirvísingartilgongdir (Frá læruástøði til undirvísingarhátt)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at greiða frá, hvussu hansara persónligu skúlaroyndir hava myndað og ávirkað ta læru- og undirvísingarfatan, hann hevur við sær inn á læraraútbúgvingina • at greiða frá, hvat altjóða skúlagranskarar siga um ”góða undirvísing” í 21. øld • at lýsa hvat eyðkennir lívið og gerandisdagin hjá børnum og ungum í dag – í skúlanum og uttanfyri skúlan • at hugleiða um endamálið við fólkaskúlatilboðnum við støði í viðkomandi skjølum og myndlum – m.a. fólkaskúlalógini, barnarættindasáttmálanum, námsætlanum, ársætlanum og fyrireikingar- og eftirmetingarfrymlum • at flokka og samanbera grundleggjandi menningar- og læringarástøði • at grunda yvir og kjakast um sambandið millum grundleggjandi læruástøði øðrumegin og ítøkiligar undirvísingarætlanir hinumegin • at stíga fram og halda størri framløgur um úrvald námsfrøðilig temu
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skulu tey lesandi skriva eina uppgávu, ið tekur saman um høvuðstemuni í skeiðnum. Uppgávan skal leggjast fram og verjast munnliga. Hvussu uppgávan og munnliga framløgan verða skipað verður lýst nærri í sjálvstøðugum skjali. Tvey og tvey lesandi arbeiða saman um próvtøkuuppgávuna. (Í einstøkum førum kunnu trý lesandi fáa loyvi at arbeiða saman). Tey, ið ikki standa próvtøkuna, fara til endurpróvtøku eftir jólafrítíðina 2017. Próvtøkuspurningarnir verða teir somu. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson