7052.18 - Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum. Fyrri partur


Skeiðsnummar
7052.18
Heiti
Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum. Fyrri partur
ECTS
10
Fortreytir
Lesandi skulu hava staðið Undirvísind og Læring I.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er tríbýtt: Tey lesandi skulu fáa innlit í (1) føroyska skúlasøgu og tey rák, ið hava myndað tann fólkaskúla, ið vit hava í dag, (2) úrvald pedagogisk-, sosiologisk- og filosofisk ástøði, ið farnu árini hava myndað kjakið um, hvør uppgáva skúlans er í samfelagnum og (3) hvussu kristindómurin og aðrar lívsáskoðanir síggjast aftur í samfelagnum og ávirka myndanaruppgávu fólkaskúlans
Innihald
Skeiðið er skipað rundan um 4 frásøgur (ella narrativ). • Hin føroyski fólkaskúlin - úr søgn og søgu og fram til dagin í dag • Fólkaskúlalógir gjøgnum tíðirnar – føroyska fólkaskúlalógin og norðurlendskar fólkaskúlalógir í dag • Pedagogiskir hugsarar, ið lýsa fólkaskúlaprojektið úr ymiskum sjónarhornum • Lívsáskoðan – serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur - sum tema og fyribrigdi í samfelagnum og í fólkaskúlanum
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: Styttri og longri læraraframløgur, lesiringar, næmingaframløgur av ymiskum slag, ymiskar skrivivenjingar og styttri evnisarbeiði
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá høvuðsgongdini í føroyskari skúlasøgu - lýsa høvuðstættirnar í fólkaskúlalógini og námsætlanunum fyri føroyska fólkaskúlan - hugleiða um skúlans uppgávu við støði í viðurkendum pedagogiskum ástøðum - taka støðu til hvønn leiklut lívsáskoðanir, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, hava innanskúla og uttanskúla í Føroyum - skriva samanhangandi tekstir um viðurskifti, ið eru skúlanum viðkomandi - undirvísa bólkalimum í ymiskum úrvaldum evnum
Próvtøkuháttur
Próvtøkuhátturin er tvíbýttur: (1) Bólkauppgáva: Tey lesandi skulu fremja eitt evnisarbeiði, ið lýsir føroyska skúlasøgu (ella partar av føroyskari skúlasøgu). (2) Einstaklingaavrik: Tey lesandi skulu skriva eina blaðgrein, ið snýr seg um nøkur grundleggjandi ástøði og hugtøk, ið skulu hjálpa okkum at skilja fólkaskúlan sum serligt læringsrúm í samfelagnum
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Rúna í Skála