7053.18 - Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum. Seinni partur


Skeiðsnummar
7053.18
Heiti
Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum. Seinni partur
ECTS
10
Fortreytir
Hava staðið Undirvísing og læring I
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skulu fáa innlit í (1) lærarans uppgávu í fólkaskúlanum (2) næmingsins uppgávu í fólkaskúlanum, (3) foreldranna uppgávu í fólkaskúlanum og (4) grundleggjandi tættir í siðalæru og yrkisetiskum viðurskiftum
Innihald
Skeiðið er skipað rundan um 3 frásøgur (narrativ). Fyrsta frásøgan snýr seg um læraran • Lærarin – hvat hevur hann ábyrgd av, og hvat hevur hann ikki ábyrgd av? • Flokslærarin – hvørjar uppgávur skal hann taka sær av, sum aðrir lærarar ikki skulu taka sær av? • Læraratýpur – og í hvønn mun læraratýpan er ávirkað av skúlasøgu, persónsmensku, starvsaldri og sjálvsáliti lærarans • Læraraleikluturin – og hvussu hann broytist, tá ið ein fer frá einum undirvísingarhátti til ein annan • Toymissamstarv – tað væleydnaða og tað trupla samstarvið Annar partur snýr seg um næmingin • Barnarættindasáttmálin • Næmingurin – hví skal hann ganga í skúla, og hvat skal hann nýta skúlagongdina til? (Skúlaskylda og undirvísingarskylda) • Nútíðarnæmingurin og næmingatýpur • Næmingar, ið hava serliga lætt við at læra • Næmingar, ið hava serligar avbjóðingar • Næmingar, ið hava atferðartrupulleikar Triði partur snýr seg um foreldrini • Foreldrini – hvør er teirra skylda og uppgáva í fólkaskúlanum • Foreldratýpur – tey líkasælu: tey, ið blanda seg uppí: tey atfinningarsomu: tey, ið hava høga útbúgving: tey, ið ikki hava nakra útbúgving • Foreldrasamstarv – foreldrafundir og foreldraviðtal • Tann trupla samrøðan Umframt hesi viðurskifti fara lesandi at seta seg inn í grundleggjandi viðurskifti og hugtøk í siðalæru. Ymisk yrkisetisk viðurskifti verða eisini tikin upp í viðgerðini av teimum trimum frásøgunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: Styttri og longri læraraframløgur, ymiskar næmingaframløgur, fólkaskúlalærarar koma á gátt og hava upplegg um viðkomandi evni, casearbeiði, PBL, filmsbrot og lesiringar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá hvørja uppgávu og skyldu føroyskir fólkaskúlalærarar hava • greiða frá ymiskum læraratýpum og leiklutum • meta um sína egnu læraramedferð og persónsmensku • lýsa tann mun, ið kann vera millum næmingar, ið sita lið um lið í fólkaskúlanum • hugleiða um, hvussu lærarin kann geva næmingum, ið hava ymiskar lærufortreytir hóskandi avbjóðingar í ymiskum lærugreinum • seta orð á hvussu eitt gott foreldrasamstarv kann skipast • geva dømi um og samanbera grundleggjandi hugtøk og siðvenjur í siðalæru • geva ítøkilig dømi um, hvussu ein sjálv/ur hevði loyst úrvaldar etiskar avbjóðingar, ið kunnu taka seg upp inni í flokshølinum og uttanfyri flokshølið
Próvtøkuháttur
Bólkauppgáva: Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi skriva og lata úr hondum tríggjar styttri synopsur um tey trý høvuðsevnini. Áðrenn skeiðið endar verður lutakast, og tey lesandi fáa boð um, hvørja synopsu tey skulu verja munnliga
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Rúna í Skála