7055.18 - Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum.


Skeiðsnummar
7055.18
Heiti
Undirvísing og læring II, Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum.
ECTS
20
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skulu fáa innlit í: (1) Føroyska skúlasøgu og tey rák, ið hava myndað tann fólkaskúla, ið vit hava í dag. (2) Úrvald pedagogisk-, sosiologisk- og filosofisk ástøði, ið farnu árini hava myndað kjakið um, hvør uppgáva skúlans er í samfelagnum, (3) Næmingins uppgávu í fólkaskúlanum (4) lærarans uppgávu í fólkaskúlanum, (5) hvat ein lívsáskoðan er, og hvussu kristindómur og aðrar lívsáskoðanir síggjast aftur í samfelagnum og ávirka myndanaruppgávu fólkaskúlans, og (6) grundleggjandi tættir í siðalæru og yrkisetisk viðurskifti
Innihald
Skeiðið er skipað rundan um hesi evni: 1. Hin føroyski fólkaskúlin - úr søgn og søgu og fram til dagin í dag 2. Pedagogiskir hugsarar, ið lýsa fólkaskúlaprojektið úr ymiskum sjónarhornum 3. Næmingurin í fólkaskúlanum - hví skal hann ganga í skúla, og hvat skal hann nýta skúlagongdina til? (Skúlaskylda og undirvísingarskylda) Nútíðarnæmingurin og næmingatýpur. Barnarættindasáttmálin 4. Lærarin – hvat hevur hann ábyrgd av, og hvat hevur hann ikki ábyrgd av? Læraratýpur – og í hvønn mun læraratýpan er ávirkað av skúlasøgu, persónsmensku, starvsaldri og sjálvsáliti lærarans Læraraleikluturin – og hvussu hann broytist, tá ið ein fer frá einum undirvísingarhátti til ein annan 5. Lívsáskoðan – serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur - sum tema og fyribrigdi í samfelagnum og í fólkaskúlanum. 6. Grundleggjandi etisk ástøði, etisk menning og yrkisetikkur 7. Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: Styttri og longri læraraframløgur, lesiringar, næmingaframløgur av ymiskum slag, ymiskar skrivivenjingar og styttri evnisarbeiði
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá høvuðsgongdini í føroyskari skúlasøgu - hugleiða um skúlans uppgávu við støði í viðurkendum pedagogiskum ástøðum - undirvísa bólkalimum í ymiskum úrvaldum evnum - greiða frá hvørja uppgávu og skyldu føroyskir fólkaskúlalærarar hava - greiða frá ymiskum læraratýpum og leiklutum - meta um sína egnu læraramedferð og persónsmensku - lýsa tann mun, ið kann vera millum næmingar, ið sita lið um lið í fólkaskúlanum - taka støðu til hvønn leiklut lívsáskoðanir, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, hava í førosyka samfelagnum, serliga innanskúla í myndanaruppgávu skúlans - geva dømi um og samanbera grundleggjandi hugtøk og siðvenjur í siðalæru - geva ítøkilig dømi um, hvussu ein sjálv/ur hevði loyst úrvaldaretiskar avbjóðingar, ið kunnu taka seg upp inni í flokshølinum og uttanfyri flokshølið - Samantvinna egnu royndir úr starvslæruni við úrvald ástøði á skeiðnum
Próvtøkuháttur
Próvtøkuhátturin er skipaður sum ein skrivlig einstaklingauppgáva, har tann lesandi fær tvey sett av spurningum at velja ímillum. Námsfrøði/sálarfrøði telur 2/3 av uppgávuni og lívsáskoðan/siðalæra telur 1/3. Um lesandi ikki stendur próvtøkuna, skal hon ella hann betra um uppgávuna og lata hana inn av nýggjum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen