7056.18 - Undirvísing og læring III – didaktiskt ætl og didaktiskar avbjóðingar


Skeiðsnummar
7056.18
Heiti
Undirvísing og læring III – didaktiskt ætl og didaktiskar avbjóðingar
ECTS
20
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi skal fáa innlit í, hvat eyðkennir lærarayrkið, og hvørjar fakligar og fakdidaktiskar uppgávur ein lærari skal loysa gjøgnum dagin, vikuna og árið. Harumframt skal tann lesandi fáa eina fatan av, hvussu lærarar samstarva við (1) leiðslu skúlans, (2) starvsfelagar, (3) sernámsfrøðilig toymi innanskúla og uttanskúla og (4) foreldur og onnur avvarðandi
Innihald
Skeiðið er í 10 pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frálíður. Partarnir eru hesir: - Lærarayrkið – millum tað fakliga, tað pedagogiska og tað persónliga - Námsætlan og ársætlan - Innihaldið í undirvísingini – lærubøkur og lærubókaskipanir - Undirvisingarhættir – frá auditorium til laboratorium - Eftirmeting, próvtøkur og próvtøl - Foreldrasamstarv – viðtal, fundir og heimaarbeiði - Toymissamstarv – flokstoymi, faklig toymi og professionel toymi - Flokslærarin – tann serligi lærari í skúlanum - KT sum undirvísingaramboð í fleiri lærugreinum - Starvslæra og eftirmeting av starvslæru
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta fjølbroyttar undirvísingarhættir: Fyrilestrar, cooperativar undirvísingargongdir, kjakbólkar, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, framløgur í smærri bólkum, styttri evnisrættaðar uppgávur, styttri spurdómsvendar uppgávur, spurning/svar-uppgávur, repeteringsvenjingar. O.a..
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at tosa opið, erligt og skikkað um lærarayrkið og tær avbjóðingar, sum eru ein samfastur partur av lærarayrkinum • at greiða frá, hvussu ein árs-, viku- og dagsætlan kann leggjast til rættis • at vísa á, hvørjar lærubókaskipanir eru til at taka – og kunnu viðmælast – í ymiskum lærugreinum og á ymiskum floksstigum • at lýsa ymiskar undirvísingarhættir og at taka støðu til, nær ein háttur er betri skikkaður enn ein annar • at hugleiða um ávegiseftirmeting og formliga eftirmeting og meta um, hvussu ymiskir eftirmetingarhættir kunnu nýtast skynsamt í skúlanum • at seta orð á, hvørjar uppgávur flokslærarin skal taka sær av • at hugleiða um, hvussu ávíkavíst eitt gott foreldrasamstarv og eitt gott toymissamstarv kann skipast • at geva nøkur boð, ið vísa, hvussu KT kann nýtast sum undirvísingaramboð í ymiskum lærugreinum og aldursbólkum • at samantvinna royndir frá starvslæruni við ástøðilig hugtøk og fyribrigdi
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina starvslærufrágreiðing og taka virknan lut í einum orðaskifti, ið snýr seg um serligar avbjóðingar í lærarayrkinum. Við skeiðslok skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda synopsu, ið skal verjast munnliga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Hans Harryson