7060.16 - Støddfrøði grundskeið, fyrri partur


Skeiðsnummar
7060.16
Heiti
Støddfrøði grundskeið, fyrri partur
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa í 1. - 6. flokki í støddfrøði.
Innihald
Tøl, roknihættir og algebra: • tøl, roknihættir í 1.-6. flokki og tøl og algebra á 4.-10. floksstigi. • bygnaðurin í talskipanini og talnýtsla í smb. við undirvísing í talskipanini.. • meta um hugtaksfatanina hjá børnunum og hugtaksmenningina í smb. við tøl, roknihættir og algebra. • innanmál og týdningurin av samrøðu fyri at menna matematiska førleikan á fakøkinum tal og roknihættir. • almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. • tey lesandi vísa á undirvísingargongdir innan tøl, roknihættir og algebra. • avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum • KT er partur av arbeiðinum á modulinum. Geometri: • viðgera og meta um tað, sum námsætlanin sigur um geometri. • undirvísingartilfar í geometri • fakliga perspektivið í støddfrøði fevnir bæði um tey støddfrøðiligu evnini, plan- og rúmdargeometri, umframt fjøltáttaðan matematiskan arbeiðs- og hugsunarhátt við serligum denti á umhugsni og tankaførleikar. • ymsir arbeiðs- og hugsunarhættir við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir umframt at arbeiða við spurdómum og loysnum • almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum. • tey lesandi vísa undirvísingargongdir í geometri. • avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum. • KT er partur av arbeiðinum á modulinum. Stokastikkur, modellering og støddfrøði í nýtslu : • tað støddfrøðifakliga sjónarhornið fevnir um arbeiðið við funktiónum/variablum og stokastikki. Tað fevnir um kunnleika til ymiskar vakstrarmyndlar, sum verða brúktir í ítøkiligum modeleringsvenjingum, har KT verður brúkt. • at menna modellerings-, hjálparmiðla- og framløguførleikar í samspæli við støddfrøðididaktiskt-, praksis- og støddfrøðifakligt- sjónarhorn. Alment: • viðgera og meta um tað, sum námsætlanin sigur um støddfrøði í fólkaskúlanum. • undirvísingartilfar viðvíkjandi støddfrøði í fólkaskúlanum. • úr einum støddfrøðididaktiskum sjónarhorni verður dentur lagdur á næmingalagaða undirvísing. Harafturat verður dentur lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir. • At eygleiða og eftirmeta undirvísing í støddfrøði. • Partur av undirvísingini er kunnleiki til ymiskar eftirmetingarhættir, grundgevingar fyri teimum, og hvussu teir verða brúktir. Somuleiðis er arbeiðið við royndum og testum í fólkaskúlanum partur av undirvísingini. • Lesandi skulu hvør sær megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og didaktiskum samanhangum í mun til einstøku evnini í modulinum • KT er fastur partur av arbeiðinum í modulinum. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær innlit í ta nýggjastu KT-tøknina, og hvussu hon kann albøtast (optimerast) í einum didaktiskum umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at • finna og greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan støddfrøði í fólkaskúlanum. • nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær. • at halda seg til galdandi námsætlan fyri støddfrøði í fólkaskúlanum. • meta um vald evni innan støddfrøði í fólkaskúlanum. • meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald. • hugsa matematiskt við at fylgja og meta um eitt matematiskt hugsunarlag umframt at menna og útinna matematiska argumentatión við visualisering og próvførslu innan vald evni. • fyrireika, fremja og eftirmeta motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði, sum hugfangar næmingar í virksemi innan støddfrøði og kreativt virksemi annars. • brúka umboðandi formar (repræsentationsformer) við at skilja, brúka, velja og umseta ymsar umboðandi formar, herundir at skilja sínámillum sambond teirra millum, bæði styrkir og veikleikar. • meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT. • grundgeva undirvísing, har næmingar ogna sær vitan, bæði gjøgnum munnligar, skrivligar og KT grundaðar støddfrøðiligar framløgur.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin byggir á eina uppgávu og á framløgu, harumframt á samrøðu við próvdómara. Uppgáva og framløga í eini undirvísingargongd í einum ávísum flokki (1.-6.flokki) skal viðgera møguleikar, avmarkingar og eftirmetingar av undirvísingargongdini. Í samrøðupartinum kunnu fak-fakligir spurningar verða ein partur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Harald Winther Knudsen