7061.16 - Støddfrøði grundskeið, annar partur, starvslæra


Skeiðsnummar
7061.16
Heiti
Støddfrøði grundskeið, annar partur, starvslæra
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi hevur staðið støddfrøði grundskeið, fyrra part.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði í 1 – 6. flokki.
Innihald
• Starvsvenjing, fyrireiking og eftirmeting. • Eygleiða og eftirmeta støddfrøðiundirvísinga. • Starvsvenjingin fevnir um kanningar og greiningar av egnum lýsingum av starvsvenjingini, umframt at fyrireika undirvísingargongdir og tilfar. • Grundgeva fyri undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum. Meta um undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna at: • grundgeva fyri undirvísing, sum tekur hædd fyri, at næmingar kunnu ogna sær vitan gjøgnum munnligar, skrivligar, visuellar og KT-grundaðar støddfrøðiligar framløgur • leggja til rættis, fremja og eftirmeta tilelvandi og hugkveikjandi støddfrøðiundirvísing, sum fær næmingarnar av fullum huga at taka lut í støddfrøðiligum og kreativum virksemi. • grundgeva fyri undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum.
Próvtøkuháttur
• Eftirmeting byggir á eina framløgu og samrøðu við próvdómarar. • Hvør lesandi hevur egna framløgu, har hann greiðir frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í undirvísingargongdini. Framløgan skal hava samband við starvsvenjingina, Grundskeiðið í støddfrøði - fyrra parti og føroysku grundskeiðunum. • Próvdómarar verða tey lesandi, undirvísararnir í støddfrøði og føroyskum grundskeiði. (tey lesandi sita og lurta eftir hvørjum øðrum og eru við í kjakinum um royndirnar, sum hini hava gjørt í starvsvenjingini )
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Harald Winther Knudsen