7123.16 - Grundskeið í føroyskum, fyrsti partur


Skeiðsnummar
7123.16
Heiti
Grundskeið í føroyskum, fyrsti partur
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Talumál og skriftmál, málnýtsla, málvariatión, málbroyting og málsøga, purisma og tvímæli/ fleirmæli • Mál sum samskiftisamboð, mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi, literasi, narrativitetur, málhandlingar og retorikkur • Tekstteori, hvat ein tekstur er, ymisk háttaløg, tekstasløg – frá fiktión til multimodalitet, greiningaramboð og barnabókmentir • Teksturin í undirvísingini, munnligir førleikar, ymsir lesi- og arbeiðshættir, munnliga undirvísingin, bókmentaliga samrøðan, dialogisk lesing, sjangrulesing, bókmentanámsfrøði, námsfrøðilig amboð til móðurmálsundirvísing • Skrivinámsfrøði, frá søgu—til sjangruskriving, at rætta og menna næmingaavrik • Amboð í undirvísingarhøpi, karmar um undirvísingina – námsætlan, ársætlan og undirvísingargongdir, ymisk viðkomandi forrit (til framløgur & til upptøku av ljóði og myndum), talvunýtsla og kunning um tilfar Alment: • viðger og meting av tí, sum námsætlanin sigur um føroyskt í fólkaskúlanum. • undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum. • úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni verður dentur lagdur á næmingalagaða undirvísing og undirvísing av næmingum við ymsum fortreytum, trupulleikum ella málsligum avbjóðingum. • dentur verður lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir. • kunnleiki til ymiskar eftirmetingarhættir og grundgevingar fyri teimum, og hvussu teir verða brúktir, er partur av undirvísingini. • arbeiðið við royndum og testum í fólkaskúlanum er partur av undirvísingini. • tey lesandi skulu megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og didaktiskum høpi. • Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær innlit í KT-tøknina, og hvussu henda kann nýtast í einum didaktiskum umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at: • greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum, • nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær, • halda seg til galdandi námsætlan fyri føroyskt í fólkaskúlanum, • tilogna sær førleikar at meta um vald evni innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum, • meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald, • fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum, ið kveikir forvitni og áhugan hjá næmingum fyri føroyskum, • meta um møguleikar og avmarkingar í brúkinum av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT, • grundgeva undirvísing, sum umfatar tilognan næminganna av vitan bæði ígjøgnum munnligar, skrivligar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 6 tímar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalistan, tá skeiðið byrjar
Ábyrgd
Lydia Didriksen