7343.18 - Visualitetur í danskt undirvísingini
Skeiðsnummar
7343.18
Heiti
Visualitetur í danskt undirvísingini
ECTS
5
Endamál
Endamálið er, at studentarnir skulu fata og brúka fjøltáttaða hugtakið “visualitetur”, so teir duga at nýta hugtakið í undirvísingini í fólkaskúlanum.
Innihald
Yvirskipaða innihaldið á skeiðnum fevnir um hesi øki:
• Visuel læring og visuel mentan
• Myndir
• Film/animatión
• Ymiskir frymlar
Læru- og undirvísingarhættir
Á hesum skeiðnum verða arbeiðshættirnir skiftandi didaktiskir og adidaktiskir, tvs. at lærarastýrd floksundirvísing við fyrilestrum, og sjálvstøðugum arbeiði hjá lesandi, verða nýtt skiftandi hesar tríggjar vikurnar.
Læruúrtøka
• at menna undirvísingar-tilgongdir, við visualiteti sum undirvísingarligum háttalagi/tóli
• at viðgera myndir
• at viðgera film og animatiónir
• at viðgera ymsar frymlar, t.d. myndlar sum lýsa kompleks, faklig øki
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við munnligari samrøðu, sum tekur støði í einum kreativum, visuellum avriki studentanna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen