7584.17 - Ítróttur í framhaldsdeildini, 2L


Skeiðsnummar
7584.17
Heiti
Ítróttur í framhaldsdeildini, 2L
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava staðið 1. árið av læraralestrinum
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tann lesandi dugir at leggja til rættis, undirvísa og eftirmeta undirvísingargongdir í framhaldsdeild, at tey sjálvi lúka tey ítróttarligu krøv í stevleiki, amboðsfimleiki og bóltspølum sambært lærugreinini og nýta KT sum hjálpiamboð.
Innihald
• Námsætlan fyri framhaldsdeild og breyt og gera ársætlan • Anatomi, fysiologi, greinandi rørslulæru innan bóltspøl og amboðsfimleik/fimleik • Venjingarlæra • Breiddar- og ella úrmælingsvenjing av børnum • Kappingarítróttur í skúlahøpi • Framhald av ítróttarsálarfrøði t.d. doping, etingarólag, motivatión
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, filmar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • viðgera, meta um og brúka námsætlanir fyri framhaldsdeild, • nýta fjølbroyttar læringstilgongdir í ítrótti , fyri at geva næmingum upplivingar, royndir og vekja áhugan fyri kropsligari venjing og menning • sjálvur vera førur fyri at vísa kropsligt hegni í stevleiki, amboðsfimleiki og bóltspølum sambært verkligu próvtøku krøvini • finna, greiða frá og kritiskt viðgera grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti í samband við ítrótt í framhaldsdeild, á breyt og í feløgum
Próvtøkuháttur
Spurdómsstýrd uppgáva, framløga og ein verkligur partur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal