7680.16 - Barnið í skiftinum frá skúlabúgvingini í innskúlingina.


Skeiðsnummar
7680.16
Heiti
Barnið í skiftinum frá skúlabúgvingini í innskúlingina.
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag undir virksemi í skúlabúgving og innskúling. Tey skula nema sær innlit í arbeiðsøkið hjá ávíkavist námsfrøðingum og lærarum fyri at kunna samstarva á besta hátt við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi, kreativt og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið. Harumframt skal tann lesandi ogna sær kunnleika um, hvat eyðkennir menningarstøði og sosialisering hjá børnum í skúlabúgvingini og innskúlingini.
Innihald
• Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin • Skiftið millum barnagarð og skúla/frítíðarskúla • Myndan (dannilsi) við atliti at børnum í aldrinum 6 til 9 ár • Sálarfrøðiliga menningarstøði • Læring og menning • Sosialisering - spæl og læring • kyn • Didaktiska tilgongdin í ávikavist skúlabúgvingini og innskúlingini (mannagongdir og háttalag) • Samstarv millum fakbólkarnar námsfrøðingar og lærarar • Læruumhvørvið og tey mongu vitevnini • Málmenning • Støddfrøðiliga grundarlagi • Kreativt námsfrøðiligt virksemi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at, hvat undirvíst verður í.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir skúlabúgving/innskúling sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • viðgera grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra og mennast, og hvussu tey verða myndað, mentað og sosialiserað í barnagarðinum og í skúlanum. • finna og brúka granskingargrundaða, námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan, ið hevur hevd í ávikavist skúladiskursinum og í barnagarðsdiskursinum. • ástøðiliga viðgera fakligu menningina við støði í málmenning og støddfrøðiligari grunfatan, ið ávikavist ein námsfrøðingur, ið er um børn í 5 – 7 ára aldri og ein lærari, ið undirvísir børnum í 7 – 9 ára aldri, skula megna at fyrihalda seg til. • kunna greina, viðgera og samskifta tvørprofessionelt um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Hendan uppgávan skal skrivast í bólkum. Nærri kunning verður lýst í serstøkum skjali. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Annika Antoniussen