7685.18 - Barnið í skiftinum frá skúlabúgvingini í innskúlingina.


Skeiðsnummar
7685.18
Heiti
Barnið í skiftinum frá skúlabúgvingini í innskúlingina.
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virksemi í skúlabúgving og innskúling. Tey skula fáa innlit í arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum og lærarum fyri at kunna samstarva á besta hátt, við tí endamáli, at skapa eitt trygt, mennandi, kreativt og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið. Harafturat skal tann lesandi ogna sær kunnleika um, hvat eyðkennir menningarstøði og sosialisering hjá børnum í skúlabúgvingini og innskúlingini.
Innihald
• Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin • Skiftið millum barnagarð og skúla/frítíðarskúla • Sálarfrøðiliga menningarstøði • Læring og menning • Sosialisering - spæl og læring • Læruumhvørvið • Frítíðarskúlavirksemi • Samstarv millum fakbólkarnar námsfrøðingar og lærarar • Námsfrøðiliga kreativa tilgongdin
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, eru tengdar at, hvat undirvíst verður í.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir skúlabúgving/innskúling sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • viðgera grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra og mennast, og hvussu tey verða myndað, mentað og sosialiserað við atlit til skiftið frá barnagarðinum og í skúlanum. • finna og brúka granskingargrundaða, námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan, ið eyðkennir læruumhvørvið í barngarði, forskúla, skúla og frítíðaskúlanum. • kunna greina, viðgera og samskifta tvørprofessionelt um, hvussu hugburður og arbeiðshættir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum • Kunna greina og viðgera tað námsfrøðiliga virksemi við einum ástøðiligum grundarlagi, har hvørt einstakt barn skal læra og mennast og megna at royna virksemi í praksis. • Kannað tað estetsiska/didaktiska virksemi í praksis her heima og uttanlands og brúka hesar royndir í skúlabúgvingini/innskúlingini, sum fyrireiking til skúlabyrjan og í undirvísingini í innskúlingini. Tann lesandi skal megna at viðgera ástøðiliga eina synergieffekt millum skúlabúgving og skúlaøki og hvussu praksis kann fylgja við og birta undir menning og læru.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið verður próvtøkan tvídeild: Í fyrsta partinum skula tey lesandi arbeiða við einum prosjekti, har dentur verður lagdur á námsfrøðiligu kreativu tilgongdina í arbeiðnum við børnum. Hetta skal roynast í praksis við børnum og skal standast fyri at sleppa til munnligu próvtøkuna. Annar partur er ein munnlig framløga, sum tekur støði í einum portfolio, sum tann lesandi arbeiðir við gjøgnum praksis vikurnar. Portfolio skal innihalda skjalfesting av arbeiðstilgongdini, har dentur verður lagdur á avgerðir í samband við produktið, framferðarhættir, teknikkir, ástøði, hugsanir og refleksjónir. Tað er frítt fyri, hvussu portfolio verður sett upp og gjørd. Hesin parturin verður próvdømdur innanhýsis við galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Annika Antoniussen