3532.16 - Lívfrøði I


Skeiðsnummar
3532.16
Heiti
Lívfrøði I
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnám
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av hvussu kanningar av lívið hava avdúka afturgangandi temaðir og at evolutiónin er eitt kjarnutema, ið bæði kann greiða frá tí fjølbroytni og tí líkleika vit síggja í lívinum á jørðini.
Innihald
Leikluturin hjá evnafrøði í lívfrøðini, kyknulívfrøði og genetiska grundarlagi undir lívi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávuloysing.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: 1. Greiða frá um hvønn týdning carbon hevur fyri molekylera fjølbroytni 2. Greiða frá um evnafrøðiligu eginleikarnir hjá vatni og hvussu týdningarmikið tað er fyri lívið 3. Greiða frá um lívfrøðilig makromolekylir og lipidir 4. Skilja sambandið millum, og greiða frá um orku og lív 5. Lýsa og greiða frá um kyknustruktur og funktión 6. Lýsa og greiða frá um kyknumembranar, kyknuanding og kyknuboðsending 7. Greiða frá um ymsu stigini í fotosyntesuni 8. Lýsa og greiða frá um vanligu kyknubýtingina 9. Greiða frá um kynsligar lívsringrásir og kynskyknudeilingina 10. Loysa uppgávur og greiða frá um sonevndu Mendelsku genetikkina 11. Skilja og greiða frá um “linkage” og kromosomir 12. Greiða nágreiniliga frá um DNA og arv 13. Skilja og greiða frá um genir og hvussu hesi verða lisin og úttrykt 14. Greiða frá um stýringar í samband við at genir verða avlisin 15. Lýsa stutt møguleikar innan DNA tøkni 16. Skilja og greiða frá um evolutiónina av genominum
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Jane B. Reece, Lisa Urry, Michael L. Cain, Steven A. Wasserman, Peter V. Minorsky, Robert B. Jackson, Neil A. Campbell. 2014, Biology: A Global Approach, Global Edition. 13:978-1-292-00865-3
Ábyrgd
Jóhannis Danielsen