7014.17 - Mál- og lesimenning


Skeiðsnummar
7014.17
Heiti
Mál- og lesimenning
ECTS
5
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Mál- og lesimenning úr sálarfrøðiligum sjónarhorni. Lesandi fáa kunnleika um týdningarmikil ástøði um mál- og lesimenning og fyribyrging av lesitrupulleikum so tíðliga sum gjørligt.
Innihald
1. Málmenning 2. Mál heima og á stovnum 3. Málslig tilvitan sum fyritreyt fyri lesing 4. Málmenning og byrjanarlesing 5. Lesihættir 6. Ymisk eftirmeting 7. At skapa fyritreytir at skilja tað, sum lisið verður 8. Grundarlag fyri góðum lesi- og skrivivanum 9. Fyribyrging av lesitrupulleikum
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður tilsamans 15 tímar um vikuna í 3 vikur íroknað próvtøku. Dentur verður lagdur á at læra um mál- og lesimenning sum grundarlag undir lívslongu menningini. Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, bólkaarbeiði og sjálvlestri. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið mál- og lesimenning skal, tá ið skeiðið er lokið:  duga at greiða frá grundleggjandi ástøði um málsligu menning barna, lesitilgongdum, lesitilognan, lesimenning, lesifatan, ymsum hættum av byrjanarlesing, ymiskari eftirmeting av fyrstu lesitilgongdunum og fyribyrging av lesitrupulleikum  vera førur fyri at brúka grundleggjandi háttaløg í verki og duga at lýsa vandamál í mun til grundleggjandi mál- og lesimenning
Próvtøkuháttur
Áðrenn skeiðið endar, skulu tey lesandi skriva eina uppgávu, ið tekur saman um høvuðstemuni í skeiðnum undirvísing og læring I og málmenning. Tey lesandi fáa nakrar spurningar handaðar uml. tvær vikur áðrenn uppgávan skal leggjast fram og verjast munnliga. Krøv til uppgávu og framløgu verða lýst nærri í sjálvstøðugum skjali. Mælt verður til, at tvey og tvey lesandi arbeiða saman um próvtøkuuppgávuna. Í einstøkum førum kunnu trý lesandi arbeiða saman. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku eftir jólafrítíðina 2017. Próvtøkuorðingin verður hin sama. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Karolina Matras