7125.16 - Grundskeið í føroyskum, triði partur


Skeiðsnummar
7125.16
Heiti
Grundskeið í føroyskum, triði partur
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • fáa gott innlit í føroyskar stavsetingarreglur • duga at stava síni skrivligu avrik rætt • fata bygnaðin í føroyskum orðalagi, hvussu orð og liðir í setningum laga seg hvørt eftir øðrum
Innihald
Innihaldið í skeiðinum fevnir um: rættskrivingingarreglur málbót orðalagslæru
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi arbeiða við: • at rætta stavseting og bøta mál í skrivligum avrikum • at greina setningar og fáa greiðu á bendingarmynstrum • Undirvísingin skiftir millum: • lærarastýrda undirvísing • framløgur • bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er av, skal tann lesandi duga at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki • duga at rætta skrivlig næmingaavrik • duga at greiða frá rættingunum • greina setningar og sambondini millum liðirnar•
Próvtøkuháttur
Tey lesandi fara til 4-tíma skrivliga roynd í stavseting og orðalagslæru
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen