7057.20 - Undirvísing og læring III – Didaktisk ætl og didaktiskar avbjóðingar


Skeiðsnummar
7057.20
Heiti
Undirvísing og læring III – Didaktisk ætl og didaktiskar avbjóðingar
ECTS
20
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi skal fáa innlit í, hvat eyðkennir lærarayrkið, og hvørjar fakligar og fakdidaktiskar uppgávur ein lærari skal loysa gjøgnum dagin, vikuna og árið. Harumframt skal tann lesandi fáa eina fatan av, hvussu lærarar samstarva við (1) leiðslu skúlans, (2) starvsfelagar, (3) foreldur og onnur avvarðandi.
Innihald
Skeiðið er í 10 pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frálíður. Partarnir eru hesir: - Lærarayrkið – millum tað fakliga, tað pedagogiska og tað persónliga - Námsætlan og ársætlan - Innihaldið í undirvísingini – lærubøkur og lærubókaskipanir - Undirvisingarhættir – frá auditorium til laboratorium - Næmingalagað undirvísing (undervisningsdifferentiering) - Inkluderandi skúlin - Eftirmeting, próvtøkur og próvtøl - Foreldrasamstarv – viðtal, fundir og heimaarbeiði - Toymissamstarv – flokstoymi, faklig toymi og tvørprofessionel toymi - Flokslærarin – tann serligi lærari í skúlanum - KT-didaktikkur - Starvslæra og eftirmeting av starvslæru
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta fjølbroyttar undirvísingarhættir: Fyrilestrar, cooperativar undirvísingargongdir, kjakbólkar, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, framløgur í smærri bólkum, styttri evnisrættaðar uppgávur, styttri spurdómsvendar uppgávur, spurning/svar-uppgávur, repeteringsvenjingar. O.a..
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at tosa opið, erligt og skikkað um lærarayrkið og tær avbjóðingar, sum eru ein samfastur partur av lærarayrkinum • at greiða frá, hvussu ein árs-, viku- og dagsætlan kann leggjast til rættis • at vísa á, hvørjar lærubókaskipanir eru til at taka – og kunnu viðmælast – í ymiskum lærugreinum og á ymiskum floksstigum • at lýsa ymiskar undirvísingarhættir og næmingarlagaða undirvísing og at taka støðu til, nær ein háttur er betri egnaður enn ein annar • at tosa um sernámsfrøðiligu avbjóðingar fólkaskúlans og meta um, hvussu ein lærari kann skapa eitt inkluderandi læruumhvørvi við m.a. næmingalagaðari undirvísing • at hugleiða um ávegiseftirmeting og endaliga eftirmeting og meta um, hvussu ymiskir eftirmetingarhættir kunnu nýtast skynsamt í skúlanum • at seta orð á, hvørjar uppgávur flokslærarin skal taka sær av at hugleiða um, hvussu ávíkavíst eitt gott foreldrasamstarv og eitt gott toymissamstarv kann skipast • at meta um hvørjir møguleikar og hvørjar avbjóðingar eru knýttir at KT og KT-didaktikki í fólkaskúlanum • at samantvinna royndir frá starvslæruni við ástøðilig hugtøk og fyribrigdi
Próvtøkuháttur
Við skeiðslok skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu, ið skal verjast munnliga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tit fáa fullfíggjaðan lestrarlista, áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Rúna í Skála