7059.19 - Undirvísing og læring II - Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum.


Skeiðsnummar
7059.19
Heiti
Undirvísing og læring II - Skúlans uppgáva og lærarans uppgáva í skúlanum.
ECTS
20
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skulu fáa innlit í: (1) Føroyska skúlasøgu og tey rák, ið hava myndað tann fólkaskúla, ið vit hava í dag. (2) Úrvald pedagogisk-, sosiologisk- og filosofisk ástøði, ið farnu árini hava myndað kjakið um, hvør uppgáva skúlans er í samfelagnum, (3) Næmingins uppgávu í fólkaskúlanum (4) sernámsfrøðilig toymi innanskúla og uttanskúla (5) lærarans uppgávu í fólkaskúlanum, (6) hvat ein lívsáskoðan er, og hvussu kristindómur og aðrar lívsáskoðanir síggjast aftur í samfelagnum og ávirka myndanaruppgávu fólkaskúlans, og (7) grundleggjandi tættir í siðalæru og yrkisetisk viðurskifti
Innihald
Skeiðið er skipað rundan um hesi evni: 1. Hin føroyski fólkaskúlin - úr søgn og søgu og fram til dagin í dag 2. Pedagogiskir hugsarar, ið lýsa fólkaskúlaprojektið úr ymiskum sjónarhornum 3. Næmingurin í fólkaskúlanum - hví skal hann ganga í skúla, og hvat skal hann nýta skúlagongdina til? (Skúlaskylda og undirvísingarskylda) Nútíðarnæmingurin og næmingatýpur. 4. Sernámsfrøði – diagnosa og inklusjón 5. Lærarin – hvat hevur hann ábyrgd av, og hvat hevur hann ikki ábyrgd av? Læraratýpur – og í hvønn mun læraratýpan er ávirkað av skúlasøgu, persónsmensku, starvsaldri og sjálvsáliti lærarans 6. Lívsáskoðan – serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur - sum tema og fyribrigdi í samfelagnum og í fólkaskúlanum. 7. Grundleggjandi etisk ástøði, etisk menning og yrkisetikkur 8. Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: Styttri og longri læraraframløgur, lesiringar, næmingaframløgur av ymiskum slag, ymiskar skrivivenjingar og styttri evnisarbeiði
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá høvuðsgongdini í føroyskari skúlasøgu - hugleiða um skúlans uppgávu við støði í viðurkendum pedagogiskum ástøðum - undirvísa bólkalimum í ymiskum úrvaldum evnum - greiða frá hvørja uppgávu og skyldu føroyskir fólkaskúlalærarar hava - greiða frá ymiskum læraraleiklutum - meta um sína egnu læraraatferð og persónsmensku - lýsa tann mun, ið kann vera millum næmingar, ið sita lið um lið í fólkaskúlanum - at tosa um sernámsfrøðiligu avbjóðingar fólkaskúlans og meta um, hvussu ein lærari kann skapa eitt inkluderandi læruumhvørvi - taka støðu til hvønn leiklut lívsáskoðanir, serliga kristindómur og modernaðar siðvenjur, hava í føroyska samfelagnum, serliga innanskúla í myndanaruppgávu skúlans - geva dømi um og samanbera grundleggjandi hugtøk og siðvenjur í siðalæru - geva ítøkilig dømi um, hvussu ein sjálv/ur hevði loyst úrvaldar etiskar avbjóðingar, ið kunnu taka seg upp inni í flokshølinum og uttanfyri flokshølið - Samantvinna egnu royndir úr starvslæruni við úrvald ástøði á skeiðnum
Próvtøkuháttur
Próvtøkuhátturin er skipaður í tveimum. 1) Í fyrsta lagi skulu tey lesandi í bólki skriva tríggjar bloggar við støði í undirvísingini í lívsáskoðan og siðalæru. Fyri at fáa sítt endaliga próvtal, skal tann lesandi hava staðið bloggarnar. Um lesandi ikki standa bloggarnar, skulu tey betra um teir við støði í viðmerkingum frá metingini. 2) Í øðrum lagi skulu tey lesandi skriva eina uppgávu í bólki, har svarað verður upp á nakrar givnar spurningar. Próvtalið, sum verður givið fyri uppgávuna, er endaliga próvtalið fyri skeiðið. Um lesandi ikki stendur próvtøkuna, skal bøtast um uppgávuna og latast inn av nýggjum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbókmentirnar eru bøkurnar Klinge, Louise (2017) Lærerens relationskompetence, Kendetegn, Betingelser og Perspektiver, Dafolo Eidhamar, L. G., Leer-Salvesen, og Hølen, V. (2007). Den Andre: Etikk og filosofi i skolen. Kristiansand: Høyskoleforlaget. Umframt hesar bøkur, fáa tey lesandi eisini tilfar útflýggja, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Rúna í Skála