7622.20 - Metodikkur og didaktikkur í starvslæruni
Skeiðsnummar
7622.20
Heiti
Metodikkur og didaktikkur í starvslæruni
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til
lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi kunnleika og innlit í
spurningar kring starvslæru, metodikk og didaktikk, og at menna
praktisku førleikarnar hjá tí lesandi gjøgnum starvslæruna.
Innihald
Evni, ið vera viðgjørd í skeiðnum:
-Tónleikadidaktiskir og metodiskir spurningar og avbjóðingar í
starvslæruni
-Tónleikafakligt innihald og raðfestingar í starvslæruni
-Undirvísingarhættir í fakinum tónleiki
-Fyrireiking av undirvísingargongdum í ymsum aldursbólkum
-Praktisk nýtsla og uppseting av ljóðútgerð
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið varðir seks vikur, av hesum eru tríggjar vikur við
undirvísing og tríggjar vikur í starvslæru. Undirvísingarparturin
fevnir um lesing av tekstum, fyrilestrar og kjak um viðkomandi
ástøðiligt o.a. tilfar, sum síðani verður sett í praktiskan samanhang
í starvslæruni.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at
·grunda yvir metodikk, didaktikk og praktiskar
undirvísingarroyndir í fakinum tónleiki
·meta um og raðfesta tónleikafakligt innihald í undirvísingini
·nýta viðkomandi undirvísingarhættir í fakinum tónleiki
·leggja til rættis undirvísingargongdir í ymsum aldursbólkum
·brúka og seta upp ljóðútgerð í undirvísingarhøpi
Próvtøkuháttur
Við støði í starvslæruni skal tann lesandi - við skeiðsenda - lata
inn synopsis við eftirfylgjandi framløgu og kjaki.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bæk, Kári (2001). Ættirnar, Forlagið Lindin, Tórshavn.
Nielsen, Frede V. (1998) Almen Musikdidaktik, Akademisk Forlag,
Keypmannahavn.
Pagsberg, Mads Jakob & Schultz, Sille Kathrine Buur (2012),
Sammenspilsbogen - Spil i Flow, Systime, Aarhus.
Ábyrgd
Knút Háberg Eysturstein