6475.21 - Náttúra og tøkni - Geografisk sjónarhorn


Skeiðsnummar
6475.21
Heiti
Náttúra og tøkni - Geografisk sjónarhorn
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið er at tey lesandi skulu arbeiða við náttúruspurningum og menniskjaliga samspælið við náttúruna
Innihald
Skeiðið er í 5 høvuðspørtum: Heimstaðurin - Jarðfrøði - Náttúran - Umhvørvið Heimurin uttan um okkum - Norðurlond og Evropa - Veðrið - Veðurlagið - Veðurlagsbeltir - Rúmdin Samspæl menniskjunar við náttúruna - Veðurlagsbroytingar - Náttúruvernd - Varandi orkukeldur Náttúrufrøði og tøkni - Kortlæra - Topografisk kort Náttúrufaksdidaktikkur: - Avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum - Ymsir arbeiðs- og hugsunarhættir - Næmingalagað undirvísing og ymiskar undirvísingargongdir - Viðkomandi undirvísingartilfar
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísarin nýtir undirvísingarhættir og venjingar, ið hava til endamáls, at tey lesandi læra at gera undirvísingargongdir, umframt at meta um og eftirmeta tær. Dentur verður lagdur á, at undirvísingargongdir skulu fevna um ymisk læringsvirksemi sum læraraframløgur, útferðir, bólkaarbeiði av ymiskum slagi, tey lesandi savna og gera tilfar talgilt. Tilgongdirnar skulu til samans gera tey lesandi før fyri at fremja eina virkna undirvísing í geografiska partinum av náttúru og tøkni.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi megna at: - fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í náttúru og tøkni eftir galdandi námsætlan, umframt at meta um og eftirmeta hesa undirvísing - lýsa og diskutera valda geografiska sjónarhorn í samband við úrvald undirvísingarevni - hugleiða fakliga og fakdidaktiskt um, hvussu náttúrufaksundirvísing kann leggjast til rættis og fremjast í verki - meta um, hvørjir møguleikar og hvørjar avmarkingar eru knýttar at júst undirvísingini í N&T
Próvtøkuháttur
Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri skrivligar uppgávur, sum skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið Sjálv próvtøkan byggir á skrivligt avrik við munnligari verju. Í avrikinum skulu tey lesandi lýsa eina undirvísingargongd í miðdeild fólkaskúlans. (Próvtøkuhátturin verður neyvari lýstur í einum serstøkum skjali).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Er tøkur, tá ið skeiðið byrjar. Tilfar verður lagt út á Moodle so hvørt.
Ábyrgd
Sigurd Nordendal