6476.21 - Náttúra og tøkni – Lívfrøði


Skeiðsnummar
6476.21
Heiti
Náttúra og tøkni – Lívfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi kunnugan við fakið lívfrøði. Lesandi fáa eitt innlit í og eina fatan av grundleggjandi hugtøkum og tilgongdum í lívfrøði sum bæði vísindagrein og sum undirvísingarfaki. Harumframt verður strembað eftir, at tey lesandi skulu fáa høvi at gera nógvar praktiskar royndir Førleikarnir, ið tey lesandi menna hetta skeiðið, skal geva teimum eina barlast, ið tey skulu nýta bæði sum fólkaskúlalærarar og í øðrum samanhangum, har lívfrøðilig viðurskifti verða umrødd.
Innihald
Skeiðið er í 14 pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Lívfrøði í grunddeildini - At læra í náttúruni og av náttúruni - Kykna og lívsprosessur - Økologi - Menningargongd (evolusion) - Soppur - Plantur - Djór og djóralív - Undirvísing í burðardyggleika - Seksualitetur og nøring - Sodning og - Nervalag og sansir - Beinagrind og vøddar - Ringrásir – blóðæðrar, lungini og lymfurnar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, filmar og animatiónir, bólkaarbeiði, starvstovuarbeiði, og vitjan á/frá viðkomandi stovni/virki o.ø.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at • greiða frá ymisku sløgunum av livandi kyknum, og hvat krevst fyri at nakað er livandi • greiða frá, hvat DNA er, og hvat ein ílega er. • greiða frá, um kyknudeiling og proteinsyntesu • greiða frá, hvat ein vistskipan er • greiða frá teimum faktorum (lívrunnir og ólívrunnir) í skapa eina vistskipan • greiða frá, hvar vit fáa orkuna frá (ljóssamevning) • meta um, hvat hóttir okkara lív og vistskipanir, og um nakað kann gerast fyri at bøta um støðuna • at geva eina mynd av margfeldinum av djórasløgum, og leggja dent á, hvussu skap og snið hongur saman við teirra livihátti • greiða frá, hvat lívmenning (evolusjon) snýr seg um og lýsa hugtøk sum náttúrulig útveljan og tillagan • greiða frá teim ymisku skipanunum, ið kroppurin er gjørdur av, og hví okkum tørvar hesar skipanir – sodningarlagið, kynsgøgn og barnsburður, nervaskipanina, beinagrind og vøddar, blóðrensl og andadrátt. • fremja ymiskar praktiskar royndir og kjakast um, hvussu hesar kunnu nýtst í undirvísingini í N&T í fólkaskúlanum • at kunna stíga fram og halda stytti framløgur um úrvald evni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum. Próvtøkan verður seint í januar mánaða 2022. Próvtøkan verður skrivlig. Próvtøkan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tit fáa lestrarlistan, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
William Simonsen