6477.21 - Náttúra og tøkni - Evna- og alisfrøðilig perspektiv


Skeiðsnummar
6477.21
Heiti
Náttúra og tøkni - Evna- og alisfrøðilig perspektiv
ECTS
7,5
Fortreytir
Fyri at taka skeiðið skal studenturin verða innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
At tey lesandi skulu ogna sær bæði fakligar og didaktiskar førleikar at undirvísa í alis- og evnafrøðiliga partinum í N&T, og at tey skulu læra at nýta náttúruvísindaligar hættir at eygleiða og skráseta náttúrufyribrigdi
Innihald
Skeiðið er skift sundur í tríggjar høvuðspartarpartar: Grundleggjandi evnafrøði - Grundevnaskipanin, atom, mýl og jonir - Sambindingar, støðuformar (tilstandsformer), brenning, sýrur, lútar (basur) og matur Grundleggjandi alisfrøði: - Støddir og mál, evnisnøgd, kreftir, magnetisma, el-læra, orka, orkukeldur. - Vatn, luft og trýst. - Ljós og ljóð - Tøkni – og nýtsla av tøkni Fakdidaktisk viðurskifti - Námsætlanin í N&T - Undirvísingartilfar og lærubókaskipanir - Undirvísingarhættir og venjingar
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing, venjingar og framløgur. Stórur dentur verður lagdur á venjingar, sum eru grundaðar á tey náttúrufyribrigdi, sum verða viðgjørd í ástøðiliga partinum. Tey lesandi savnast til bólkaarbeiði og útgreining av fyrilestrum, umframt til venjingar. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi sjálvi úthugsa venjingar sum kunnu brúkast at lýsa ástøðiliga tilfarið. Framløgudagar skulu tryggja, at tey lesandi venja seg við at leggja fram og nýta framkomna kunningartøkni til framløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri - at lýsa og greina grundleggjandi evni innan alisfrøði, evnafrøði og tøkni - at knýta evna- og alisfrøðilig viðurskifti saman við náttúru- og landafrøði - at leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta eina undirvísing har næmingarnir eru virknir, og sum tekur støði í teimum førørleikamálum, ið verða lýst í námsætlanini fyri N&T í fólkaskúlanum
Próvtøkuháttur
Fyri at standa skeiðið skal tann lesandi hava uppfylt møti- og luttøkuskyldina til tilrættisløgdu undirvísingina.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbókmentir - Tilfar úr bókunum hjá Pól Jepersen: Alisfrøði og evnafrøði - Tilfar av netinum – Náttúra og Tøkni 1, 2 og 3 - Óútgivið egið tilfar frá Jacob Thomsen
Ábyrgd
Jacob T. Thomsen