6478.21 - Náttúra og tøkni – Starvslæra


Skeiðsnummar
6478.21
Heiti
Náttúra og tøkni – Starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal verða innskrivaður á NÁD og taka linjugreinina N&T
Endamál
Endamálið við starvslæruni er, at tann lesandi skal fáa royndir at undirvísa næmingum í miðdeild fólkaskúlans í N&T
Innihald
Skeiðið er í trimum samføstum pørtum • At fyrireika undirvísing í N&T - námsætlan - ársætlan - undirvísingarevni - undirvísingartilfar - undirvísingarhættir - næmingalagað undirvísing • At undirvísa í N&T - at stýra einum flokki - at leggja støði - at gera undirvísingina innihaldsríka - at skapa góð sambond við næmingarnar • At eftirmeta undirvísingina - at meta um, hvat næmingarnir fingu burturúr - at meta um egna undirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
• Upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum • Bólkaarbeiði • Bólkavegleiðing • Starvslæra • Uppgávuskriving
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at greiða frá, hvat næmingarnir skulu læra í N&T • at leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið fevnir um millum 4 og 10 undirvísingartímar • at meta um, hvat undirvísingartilfar er vælegnað í N&T, og hvat undirvísingartilfar ikki er so vælegnað • at taka støðu til, hvørjir undirvísingarhættir eru vælegnaðir í N&T, og hvørjir ikki eru so vælegnaðir • at meta um, hvussu ein kann næmingalaga undirvísingina í N&T soleiðis at bæði næmingar, ið eru næmir, og næmingar, ið hava serligan tørv, fáa nakað burturúr • at hugleiða um og at vísa við dømum, hvørjar avbjóðingar ein lærari, ið undirvísir í N&T, kann renna seg í • at eftirmeta starvslæruskeiðið
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina stutta uppgávu (millum 6 & 9 blaðsíður + fylgiskjøl). Uppgávan varpar ljós á starvslærutíðarskeiðið og starvslæruroyndirnar. Uppgávan verður vard munnliga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður lagdur á Moodle áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Jacob T. Thomsen