6590.21 - Ítróttur I – Rørslulæra, kropslæra og ítróttadidaktikkur


Skeiðsnummar
6590.21
Heiti
Ítróttur I – Rørslulæra, kropslæra og ítróttadidaktikkur
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í ítróttadidaktiskum meginreglum og kropslæru megnar at skipa eina ítróttaundirvísing, ið byggir á fjølbroytta rørslulæru innan kjarnuøkini fimleik, frælsan ítrótt, útilív, bóltspøl og rútmu. Støði verður tikið í einstaklinginum, grundrørslum og námsætlan fólkaskúlans.
Innihald
Skeiðið fevnir um trý høvuðsevni: - Grundleggjandi kropslæru - Grundleggjandi ítróttadidaktiskar meginreglur og leistir - Námsætlan fólkaskúlans og ítróttaundirvísing í verki
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, gestafyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, kjak, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur. Í verki verða venjingar, fyrireikingar, framvísingar, undirvísingar, tillagingar, vitjanir uttanfyri húsið v.m.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at - lýsa grundleggjandi kropslæru í ítrótti - leggja til rættis og framvísa eina ætlan fyri hvussu ein ítróttatími innan námsætlan fólkaskúlans kann verða skipaður við upphiting, venjing og spæli - tillaga og menna rørsluaktivitetir við støði í rørslulæru og ítróttadidaktiskum meginreglum og leistum - taka støðu til og vísa fjølbroyttar læringartilgongdir í ítrótti, sum kveikja eina breiða rørslumentan hjá børnum og geva hug til lívlanga kropsliga menning og rørslugleði - skapa eitt næmingalagað undirvísingartilboð í ítrótti, sum leggur upp fyri menning hjá einstaka næminginum á tí menningarstigi hann er, eisini um tað eru næmingar við serligum avbjóðingum ella serligum hegni - reflektera, diskutera, eftirmeta og tillaga lærugongdir í ítrótti í einum heildarsjónarmiði millum ástøði og verki
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er bæði ástøðilig og verklig: (1) Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu, har ið tey greiða frá, hvussu tey høvdu skipað ein undirvísingartíma í ítrótti. Tey skulu greiða frá floksstigi, hvat endamálið er við tímanum, hvussu ætlanin er sett saman og bygd upp, hvørjar ítróttadidaktiskar meginreglur verða nýttar, viðkomandi kropslæru o.s.fr. (2) Tey lesandi skulu undirvísa sínum floksfeløgum við støði í teimum tilmælum (t.e. ætlan og didaktiskar meginreglur), ið tey hava fest á blað. Skrivligi og verkligi parturin telja eins nógv og verða mettir í felag. Lesandi kunnu arbeiða sjálvstøðugt ella í tveymansbólkum. Metingin er einstaklingabundin.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbókmentir 1) Mohr og Hanusardóttir: Fysiologi, 1. útg 1. uppl. 2013, Nám 2) Rønholt og Peitersen: Idrætsundervisning, 2. útg. 5. uppl. 2017, Institut for Idræt 3) Hovgaard: Aktivitetsudvikling i idræt, 1. útg. 2. uppl. 2019, Samfundslitteratur Harumframt eru framløgur, brot úr bókum, greinar, podcasts, videoir v.m. og lestrarlistin verður fullfíggjaður í skeiðnum.
Ábyrgd
Helgi Winther Olsen