6591.21 - Ítróttur II – Ítróttur og venjingarlæra


Skeiðsnummar
6591.21
Heiti
Ítróttur II – Ítróttur og venjingarlæra
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í venjingarlæru í ítrótti og ítróttadidaktiskum meginreglum megnar at skipa og tillaga samanhangandi og stigvísar undirvísingargongdir, ið snúgva seg um ávís og viðkomandi undirvísingarevni í ítrótti. Støði verður tikið í námsætlan fólkaskúlans innan kjarnuøkini fimleik, frælsan ítrótt, útilív, bóltspøl og rútmu.
Innihald
Skeiðið byggir víðari á Skeið 1 og fevnir um tvey høuðsevni - Venjingarlæra í arbeiðsfysiologi, anatomi, styrkivenjing, úthaldnisvenjing, teknikkvenjing v.m. - Ítróttaundirvísing í verki við støði í námsætlan fólkaskúlans
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, gestafyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, kjak, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur. Í verki verða venjingar, fyrireikingar, framvísingar, undirvísingar, tillagingar, vitjanir uttanfyri húsið v.m.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at - lýsa grundleggjandi venjingarlæru í ítrótti - leggja til rættis og framvísa eina ætlan fyri hvussu ein undirvísingargongd í ítrótti kann verða skipað við atliti til stigvísari menning hjá bæði einstaka næminginum í flokkinum og hjá flokkinum sum heild - tillaga og menna rørsluaktivitetir við støði í vejingarlæru og samanhangandi tíðarás um ávíst evni - vísa átøk í undirvísingini, ið menna fatan av, skil fyri og tilvitan um ítrótt og venjingarlæru hjá næminginum - skapa eitt næmingalagað undirvísingartilboð í ítrótti, sum leggur upp fyri menning hjá einstaka næminginum á tí førleikastigi hann er, eisini um tað eru næmingar við serligum avbjóðingum ella serligum hegni - reflektera, diskutera, eftirmeta og tillaga lærugongdir í ítrótti í einum heildarsjónarmiði millum ástøði og verki
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er bæði ástøðilig og verklig: (1) Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu, har ið tey greiða frá, hvussu tey høvdu skipað eina undirvísingargongd í ítrótti. Tey skulu lýsa evnið gongdin snýr seg um, ætlaðu læruúrtøkuni, stigvísa uppbygnaðinum og loftandi tillagingingum við støði í venjingarlæru og ítróttadidaktiskum meginreglum. (2) Tey lesandi skulu undirvísa sínum floksfeløgum. Tey skulu taka dømi úr ástøðiligu uppgávuni og vísa í verki, hvussu úrvaldir ítróttartímar eru bygdir upp, og hvussu møguligar tillagingar kunnu frejmast í verki. (3) Ein munnlig eftirmeting, har tey lesandi greiða frá og lýsa verkliga partin við støði í uppgávuni og undirvísingini. Skrivligi, verkligi og munnligi partarnir telja eins nógv og verða mettir í felag. Lesandi kunnu arbeiða sjálvstøðugt ella í tveymansbólkum. Metingin er einstaklingabundin.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsbókmentir 1) Mohr & Hanusardóttir: Fysiologi, 1. útg 1. uppl. 2013, Nám 2) Gjerset: Idrættens træningslære, 3. útg. 1. uppl. 2019, Munksgaard 3) Rønholt og Peitersen: Idrætsundervisning, 2. útg. 5. uppl. 2017, Institut for Idræt 4) Hovgaard: Aktivitetsudvikling i idræt, 1. útg. 2. uppl. 2019, Samfundslitteratur Harumframt eru framløgur, brot úr bókum, greinar, podcasts, videoir v.m. og lestrarlistin verður fullfíggjaður í skeiðnum.
Ábyrgd
Helgi Winther Olsen