6630.21 - Søga Evropa í nýggjari tíð


Skeiðsnummar
6630.21
Heiti
Søga Evropa í nýggjari tíð
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er skrivaður inn til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan og eina sjálvstøða fatan av evropeiskari søgu, við denti á søgu eftir 1800. Endamálið er eisini, at tey lesandi skulu menna førleikar at arbeiða við søgu, m.a. við at at læra tey háttaløg, ið eyðkenna søgu sum vísindagrein. Harumframt er endamálið við skeiðnum, at tey lesandi skulu gerast tilvitað um, hvussu søgulig temu og søgulig háttaløg kunnu nýtast í undirvísingini í søgu og samtíð í fólkaskúlanum.
Innihald
Skeiðið er í trimum høvuðspørtum: (1) Høvuðstíðarskeið í evropeiskari søgu áðrenn 1750 verða viðgjørd, fyri at skilja broytingar og kontinuitet. Komið verður m.a. inn á kronologi, geografi, politikk og átrúnað í miðøld og søguligar framsetingar. (2) Høvuðsfokus er síðani á nýggjari evropeiska søgu (saman við viðkomandi heimssøgu), har arbeitt verður við hesum evnum: ídnaðarkollveltingin, kollveltingarnar 1789-1948, fyrri heimsbardagi, millumkrígstíðin, seinni heimsbardagi, kalda kríggið og tíðin eftir 1990. (3) Søgudidaktikkur verður gjøgnumgingin og settur í samband við søguliga innihaldið: m.a. søgutilvit og søgufatan, tíðarfatan, forteljing, lokalsøga, miðlar og internet. Søgufrøðilig amboð verða viðgjørd og brúkt. Høvuðsverkið (Europa 1800-2000) verður m.a. viðgjørt útfrá tesu, avmarking, sjónarhorni, søgufatan og perspektivering.
Læru- og undirvísingarhættir
Upplegg, kjak, framløgur, kelduvenjingar (felags, í bólkum og einsæris), venjing í at leita fram og viðgera søgutilfar. Harumframt venjingar í hvussu evni og amboð kunnu brúkast í undirvísing í fólkaskúlanum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi: - duga at seta orð á kontinuitet og broytingar í evropeiskari søgu frá miðøld til 1750. - hava eina greiða fatan av gongdini í evropeiskari søgu 1750-2000. - duga at viðgera høvuðstættir í søgugongdini og seta teir í størri høpi - duga at viðgera søguligar keldur við søguháttalag; og greiða frá týdninginum av tílíkari viðgerð. - duga at greiða frá grundleggjandi háttaløgum fyri søguviðgerð. - verða før fyri at tulka og meta um keldur og tilfar, og at grundgeva fyri egnum niðurstøðum. - duga at meta um og við dømum vísa á hvussu høvuðsevnini kunnu setast í samband við undirvísing í fólkaskúlanum (m.a. í samband við torleikastig).
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari framløgu, við støði í uppgivnum pensum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsverk: Berntson o.o., Europa 1800-2000 (Roskilde Universitetsforlag, 2011). Pietras og Poulsen, Historiedidaktik: Mellem teori og praksis (hans Reitzels Forlag, 2016) Harumframt skannað/fjølritað tilfar, sum verður útflýggjað á Moodle.
Ábyrgd
Oddur á Lakjuni