6631.21 - Føroya søga við denti á 19. og 20. øld


Skeiðsnummar
6631.21
Heiti
Føroya søga við denti á 19. og 20. øld
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er skrivaður inn til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu fáa eina greiða fatan av føroyskari søgu, við denti á 19. og 20. øld, og duga at síggja søguligu orsøkirnar til núverandi føroyska samfelagið – m.a. við atliti at búskapi, mentan, politikki og demografi. Endamálið er eisini at tey lesandi skulu menna sínar førleikar at arbeiða við keldukritikki og at venja søgufrøðiligt háttalag; og at meta um søgugransking og søguskriving, fyri at síggja grundarløgini fyri søguskriving. Endamálið er harumframt so hvørt at taka støðu til, hvussu undirvísast kann í føroyskari søgu í fólkaskúlanum.
Innihald
Søguliga innihaldið er í trimum pørtum: 1 – Føroysk søga áðrenn 19. øld. Vit viðgera Føroyar í miðøld sum hugtak, og taka upp spurningin um Føroyingasøgu sum heimildarkeldu. Eisini ganga vit ígjøgnum broytingar og kontinuitet í føroyskari søgu í hesum tíðarskeiðnum, m.a. fyri at fáa eina fatan av støðu Føroya til Norðurlond. 2 – Føroyar uml. 1814-1920. Her er fokus á skiftið frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag, har vit taka upp búskaparligar, politiskar og mentanarligar broytingar, harundir málstríðið, og taka støðu til týdningin av hesum. Eisini viðgera vit, hvussu føroyskar framsetingar hava tulkað tíðina. 3 – Føroyar í 20. øld, har serligt fokus er á Føroyar undir krígnum og beint eftir kríggið. Stjórnarskipanarmálið verður viðgjørt. Søgufrøðiliga innihaldið: Fokus er á at venja kelduviðgerð, m.a. við støði í bókini Søgufrøði hjá Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe (Tórshavn, 1997). Harafturat er fokus á at viðgera søguligar framsetingar, tvs. hvussu føroysk søga hevur verið søgd frá og viðgjørd í ymsum tíðarskeiðum og frá ymsum sjónarhornum. Her venja vit fyrst og fremst hugtøkini leivd og frásøgn, og taka støðu til fokus, háttalag og helling í framsetingunum. Didaktiska innihaldið: Tey lesandi skulu so hvørt sjálvi koma við uppskotum um, hvussu tey kunnu undirvísa í viðgjørdu evnunum. Hetta verður gjørt gjøgnum alt skeiðið, bæði skrivliga og munnliga.
Læru- og undirvísingarhættir
Upplegg, kjak, framløgur, kelduvenjingar (felags, í bólkum og einsæris). Kelduviðgerð, skriftliga og munnliga. Harafturat uppgávur við fokusi á didaktiska partin.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi vera før fyri at - Greiða frá periodisering, kontinuiteti og broytingum í søgu Føroya frá miðøld til nýggja tíð. - Greiða frá broytingunum í 19. og 20. øld, m.a. við atliti at skiftinum frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag, tjóðskaparligum/mentanarligum rembingum og politiskum og sosialum broytingum. - Seta hesar broytingar, ið verða nevndar omanfyri, í samband við hvørja aðra, og vísa á týdning teirra á onnur viðurskifti. - Viðgera keldutilfar við søguligum háttalag, og at argumentera fyri grundarlagnum í viðgerðini. - Seta søguskriving í rætt høpi, m.a. við at brúka leivd og frásøgn. - Taka støðu til og greiða frá, hvussu tey kundu undirvíst í hvørjum evni.
Próvtøkuháttur
Skriftlig uppgáva, 10 síður (+/- 10%)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Anfinnur í Skála, Stjórnarskipanarmálið 1946 (Tórshavn, 1992) Hans J. Debes: Nú er tann stundin...: Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906 við søguligum baksýni (Tórshavn, 1982) Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, Søgufrøði: Kelduviðgerð og háttaløg (Tórshavn 1997) Lena Nolsøe (ritstj.) Brot úr Føroya søgu (Tórshavn, 2010) Eisini verða smærri brot tikin fram fyri at lýsa framsetingar av føroyskari søgu, m.a. úr: Hans J. Debes, Føroya søga, bind 3 (2000) Jakob Jakobsen, Diplomatarium Færoense (1903/1985) Johan K. Joensen o.o. Føroyar undir fríum handli í 100 ár (1956) Niels Winther, Færøernes Oldtidshistorie (1875) Harafturat verða úrvaldar upprunakeldur eisini lisnar og viðgjørdar.