6632.21 - Søga - Starvslæra


Skeiðsnummar
6632.21
Heiti
Søga - Starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal verða innskrivaður á NÁD og taka linjugreinina søga
Endamál
Endamálið við starvslæruni er, at tann lesandi skal fáa royndir at undirvísa næmingum í fólkaskúlanum í søgu
Innihald
Skeiðið er í trimum samføstum pørtum • At fyrireika undirvísing í søgu - námsætlan - ársætlan - undirvísingarevni - undirvísingartilfar - undirvísingarhættir - næmingalagað undirvísing • At undirvísa í søgu - at stýra einum flokki - at leggja støði - at gera undirvísingina innihaldsríka - at skapa góð sambond við næmingarnar • At eftirmeta undirvísingina - at meta um, hvat næmingarnir fingu burturúr - at meta um egna undirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
• Upplegg frá undirvísara • Bólkaarbeiði • Bólkavegleiðing • Starvslæra • Uppgávuskriving
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at greiða frá, hvat næmingarnir skulu læra í søgu í fólkasakúlanum. • at leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið fevnir um millum 4 og 10 undirvísingartímar • at meta um, hvat undirvísingartilfar er vælegnað í søgu í fólkaskúlanum. • at taka støðu til, hvørjir undirvísingarhættir eru vælegnaðir í søgu í fólkaskúlanum. • at meta um, hvussu ein kann næmingalaga undirvísingina í søgu. • at hugleiða um og at vísa við dømum, hvørjar avbjóðingar ein lærari, ið undirvísir í søgu í fólkaskúlanum, kann renna seg í • at eftirmeta starvslæruskeiðið
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina stutta uppgávu (millum 6-8 blaðsíður + fylgiskjøl). Uppgávan varpar ljós á starvslærutíðarskeiðið og starvslæruroyndirnar. Uppgávan verður vard munnliga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður lagdur á Moodle so hvørt.
Ábyrgd
Oddur á Lakjuni