6690.21 - Kristnikunnleiki og átrúnaður II


Skeiðsnummar
6690.21
Heiti
Kristnikunnleiki og átrúnaður II
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at kunna tann lesandi um høvuðstættirnar í lærugreinini kristnikunnleiki í fólkaskúlanum. Tann lesandi fær grundleggjandi innlit í fýra av teimum fimm kjarnuøkjunum, ið eru lýst í námsætlanini fyri lærugreinina í fólkaskúlanum, og hann lærir at taka støðu til og at arbeiða við ymiskum religiónsdidaktiskum háttaløgum).
Innihald
Skeiðið er samansett av fimm høvuðspørtum. (1) Bíbliunnar halgibøkur (uppruni, tekstslag, hermaneutikkur og týðandi frásagnir í gamla og nýggja testamenti). (2) Kirkjusøga (kirkjusøguliga gongdin í høvuðsheitum frá jødiskum uppruna fram til nútíðina). (3) Høvuðstættir í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi. (Dentur verður m.a. lagdur á ta luthersku tilgongdina til sakramentini, trúargreinarnar og kirkjufatan við atliti til aðrar føroyskar kirkjur og samkomur). (4) Heimsátrúnaður og lívsáskoðanir. (Áherðsla verður løgd á at kunna tann lesandi um høvuðstættirnar innan islam, buddismu og nýátrúnað). (5) Relatiónsdidaktiskar tilgongdir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði og bólkakjak, einstakar og bólkaframløgur, skrivligar heimauppgávur, útferðir, uttanhýsis undirvísarar.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at - greiða frá høvuðsstættunum í islam, buddismu og nýátrúnaði og teimum lívsáskoðanunum, ið eru tengdar at hesum átrúnaðum - greiða frá avgerandi kirkjusøguligum hendingum og tíðarskeiðum. Tínæst skal tann lesandi vera førur fyri at - savna og taka støðu til granskingargrundað tilfar, ið snýr seg um átrúnað, kirkjusøgu, tær bíbilsku skriftirnar og høvuðstættir í kristnari trúgv, mentan og list. - leggja undirvísing til rættis og meta um ymisk religiónsdidaktisk háttaløg, ið eru viðkomandi fyri kristniundirvísingina í fólkaskúlanum. Til seinast skal tann lesandi vera førur fyri at - greina og tulka úrvaldar tekstir úr bíbliuni. Í tulkingararbeiðnum skal atlit verða tikið til (1) uppruna, (2) tekstslag og (3) viðkomandi hermeneutiskar stevnur innan bíbliufatan.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum samanhangandi pørtum: - Einsæris skrivlig uppgáva, ið tekur støði í einum ella fleiri av undirvísingarevnunum (8 blaðsíður +/- 10 prosent) - Munnlig framløga, ið tekur støðu í skrivliga avrikinum (30 min.) Til munnligu verjuna kunnu tey lesandi rokna við at fáa spurningar, ið snúgva seg um onnur undirvísingarevni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Tummas Kannuberg