6691.21 - Kristnikunnleiki og átrúnaður III


Skeiðsnummar
6691.21
Heiti
Kristnikunnleiki og átrúnaður III
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við starvslæruni er, at tann lesandi skal fáa royndir at undirvísa næmingum í fólkaskúlanum í kristnikunnleika og átrúnaði.
Innihald
Skeiði er samansett av trimum høvuðspørtum (1) At fyrireika undirvísing í kristnikunnleika og átrúnaði (við útgangsstøði í námsætlan, leggja ársætlan, velja undirvísingarevni, undirvísingartilfar og undirvísingarhættir, og hartil skipa næmingalaga undirvísing). (2) At undirvísa í kristnikunnleika og átrúnaði (floksstýring, leggja støðið umframt at gera undirvísingina innihaldsríka við denti at skapa góð sambond við næmingarnar). (3) At eftirmeta undirvísingina (meting um, hvat næmingarnir fingur burturúr og at meta um egna undirvísing).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði og bólkakjak, einstakar og bólkaframløgur, skrivligar heimauppgávur, útferðir, uttanhýsis undirvísarar.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at - at greiða frá, hvat næmingarnir skulu læra í kristnikunnleika og átrúnaði - at leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið fevnir um millum 4 og 10 undirvísingartímar Tínæst skal tann lesandi vera førur fyri at - at meta um, hvat undirvísingartilfar er vælegnað í kristnikunnleika og átrúnaði, og hvat undirvísingartilfar ikki er vælegnað - at taka støðu til, hvørjir undirvísingarhættir eru vælegnaðir í kristnikunnleika og átrúnaði, og hvørjir ikki eru so vælegnaðir Til seinast skal tann lesandi vera førur fyri at - at meta um, hvussu ein kann næmingalaga undirvísingina í kristnikunnleika og átrúnaði soleiðis at bæði næmingar, ið eru næmir, og næmingar, ið hava serligan tørv, fáa nakað burturúr - at hugleiða um og at vísa við dømum, hvørjar avbjóðingar ein lærari, ið undirvísir í kristnikunnleika og átrúnaði, kann renna seg í - at eftirmeta starvslæruskeiðið
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum samanhangandi pørtum: - Einsæris skrivlig uppgáva, ið varpar ljós á starvslærutíðarskeiðið og starvslæruroyndirnar (8 blaðsíður +/- 10 prosent) - Munnlig framløga, ið tekur støðu í skrivliga avrikinum (30 min.) Til munnligu verjuna kunnu tey lesandi rokna við at fáa spurningar, ið snúgva seg um onnur undirvísingarevni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Tummas Kannuberg