6800.20 - Støddfrøði grundskeið, fyrri partur


Skeiðsnummar
6800.20
Heiti
Støddfrøði grundskeið, fyrri partur
ECTS
2,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í støddfrøði.
Innihald
• Lærufortreytir hjá næmingunum, • Námsætlanin og hóskandi undirvísingartilfar, • Eygleiðing og fyrireiking av undirvísing, • Undirvísa sjálv/ur, • Eftirmeting av undirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna at: • at vísa dømi um, hvussu ein støddfrøðilærari kann leggja til rættis undirvísing, ið tekur støði í lærufortreytum hjá næmingunum og røkkur úrvaldum endamálið í námsætlanini, • at greiða frá, hvussu ein støddfrøðilærari kann fáa næmingarnar at taka virknan lut í støddfrøðiundirvísingini, • at hugleiða úr einum fakdidaktiskum sjónarhornið, um hvussu góð støddførðiundirvísing eigur at verða fyrreikað, fremd í verki og eftirmett
Próvtøkuháttur
Tey lesandi fara í starvslæru í bólki. Eftir starvslæruna skal starvslærubólkurin hava eina framløgu, ið tekur støði í starvslæruni og starvslæruroyndunum. Tann einstaki lesandi skal taka virknan lut í framløguni. Eftir framløguna er samskifti millum lærara/próvdómara og starvslærubólkin. Tann einstaki lesandi skal taka virkan lut í samrøðuni. Eftirmetingin fer fram áleið eina viku eftir, at starvsvenjingin er lokin.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted