6801.20 - Støddfrøði grundskeið, annar partur


Skeiðsnummar
6801.20
Heiti
Støddfrøði grundskeið, annar partur
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í støddfrøði. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av støddfrøðiliga innihaldinum í grund- og miðdeild fólkaskúlans, umframt granskingargrundað innlit í, hvussu undirvísing kann leggjast til rættis fyri at styðja menning í hesum innihaldi við atliti til kognitivu- og sosialu fortreytunum hjá næmingunum.
Innihald
Skeiðið er í tveimum høvuðspørtum í mun til støddfrøðiligt innihald. Hetta innihald verður viðgjørt úr einum fakligum og fakdidaktiskum sjónarhorni og ítøkiligt greinað í mun til undirvísing í 1.-6. flokki: Tøl og algebra • Talfatan hjá næmingum fyrstu skúlaárini, herundir menning av mannagongdum innan aritmetik. • Talmynstur, generaliseringar og algebra fyrstu árini. • Trupulleikaloysing og modellering í støddfrøði. Geometri • Geometriskar konstruktiónir við og uttan kunningartøkni, umframt fyrimunir og vansar hesum viðvíkjandi. • Kannandi háttalag mótvegis úrleiðsluháttalag í geometri og støddfrøði sum heild. • Didaktikk um máting (longd, vídd og rúmd).
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna: • at greiða frá støddfrøðiliga innihaldinum í grund- og miðdeild fólkaskúlans, • at loysa uppgávusløg, ið næmingar arbeiða við í grunddeild- og miðdeild fólkaskúlans – m.a. í mun til modellering og trupulleikaloysing, • at vísa dømi um kannandi háttaløg og úrleiðsluháttaløg í støddfrøðiundirvísing, • at hugleiða um og taka støðu til fakdidaktiska gransking í mun til menning av talfatan og mannagongdum innan aritmetik og algebra, umframt menning av geometriskari hugsan, • at kunna grundgeva fyri, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi og innihaldsríka støddfrøðiundirvísing. Hetta skal verða gjørt úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: 1) Ein skrivlig próvtøka, ið inniheldur ein fakfakligan part, ein kannandi part, ein fakdidaktiskan part og ein miðlingar part. 2) Ein synopsa, sum kann verða skrivað í tvey- ella trímansbólkum. Synopsan skal vísa eina framløguskrá,sum lýsir, hvussu undirvísing fyri úrvalt flokksstig og úrvalt evni verður løgd til rættis, framd í verki og eftirmett. Munnliga próvtøku verður ein framløga av skránni. Lesandi verða mett einsæris. Ein samlað meting verður givin fyri bæði próvtøkuavrikini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted