6804.22 - Støddfrøði á grund II - Geometri úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni


Skeiðsnummar
6804.22
Heiti
Støddfrøði á grund II - Geometri úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í støddfrøði við serligum atliti at geometri. Tann lesandi skal fáa greiða fatan av støddfrøðiliga innihaldinum í grund- og miðdeild fólkaskúlans, umframt granskingargrundað innlit í, hvussu undirvísing kann leggjast til rættis fyri at stuðla menning í hesum innihaldi við atliti til kognitivu- og sosialu fortreytunum hjá næmingunum.
Innihald
Støddfrøðiligt innihald verður viðgjørt úr einum fakligum og fakdidaktiskum sjónarhorni og ítøkiligt greinað í mun til undirvísing í 1.-6. flokki. • Geometriskar konstruktiónir við og uttan kunningartøkni, umframt fyrimunir og vansar hesum viðvíkjandi. • Kannandi háttalag mótvegis úrleiðsluháttalagi í geometri og støddfrøði sum heild. • Fakdidaktikkur knýttur at máting og mátiamboðum (longd, vídd og rúmd). • Námsætlanin: Geometri í føroyska fólkaskúlanum • Undirvísingartilfar, undirvísingarhættir og eftirmetingarhættir í støddfrøði • Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, sjálvlestur, heimauppgávur, innlatingaruppgávur, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna • at greiða frá støddfrøðiliga innihaldinum innan geometri í grund- og miðdeild fólkaskúlans • at loysa uppgávusløg, ið næmingar arbeiða við í grunddeild- og miðdeild fólkaskúlans – m.a. í mun til geometrisk skap, • at vísa dømi um kannandi háttaløg og úrleiðsluháttaløg í støddfrøðiundirvísing, • at hugleiða um og taka støðu til fakdidaktiska gransking í mun til menning av geometriskari hugsan. • at grundgeva fyri, hvussu ein lærari kann fyrireika, fremja og eftirmeta hugkveikjandi og innihaldsríka støddfrøðiundirvísing. - Hetta skal verða gjørt úr einum fakdidaktiskum sjónarhorni. • at undirvísa í støddfrøði í grunddeild og miðdeild í fólkaskúlanum. Hesin parturin er serliga knýttur at starvslæruni
Próvtøkuháttur
Tey lesandi byrja skeiðið við eini starvslæru. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi hava eina framløgu, ið tekur saman um starvslæruna. Henda framløgan skal standast. Ígjøgnum skeiðið skulu lesandi greiða úr hondum eina røð av uppgávum so sum yvirlitspappír, framløgur og skrivliga royndir. Hesar uppgávur skulu góðkennast fyri at tann lesandi kann verða innskrivaður til próvtøku. Við skeiðslok skulu tey lesandi til skrivliga próvtøku (Próvtøkuhátturin verður neyvari lýstur í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður latin teimum lesandi, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Ingi Heinesen Højsted